Ellisakførini settu sín dám ólavsøkuna

Ólavsøkuframsýningin hjá Føroya Ellisakførum varð væl vitjað teir tríggjar dagarnar, hon var opin. Fleiri hundrað fólk stukku inn á gólvið í nýggju framsýningarhølunum hjá Auto Service

Framsýningin hjá Føroya Ellisakførum í nýggju framsýningarhølunum hjá Auto Service við Oyggjarvegin var væl vitjað á ólavsøku.  
 
Umframt bilar og motorsúkklur var eisini ein myndaframsýning og ein framsýning við modellbilum hjá Birgari Johannessen. Eisini vóru aðrir framsýnarar við. 
 
Gomul akfør vísa seg at hava stóran áhuga millum fólk. Tað er ofta soleiðis, at tá fólk kunnu seta gomul akfør í samband við tíðina, tá tey vóru børn ella ung, hava hesi ein serligan týdning fyri tey.
 
Ein av fyrireikarunum av framsýningini, Páll Danielsen, sigur, at teir eru væl nøgdir við undirtøkuna á ólavsøku. Hann heldur, at bæði akførini og nýggju hølini gjørdu sítt til, at alt eydnaðist so væl. Hann ynskir vegna felagið at takka teimum vitjandi, sponsorum, teimum sum sýndu akfør síni fram og Auto Service fyri frálíku framsýningarhølini.