Ellisheim fáa grindina

Tá samanumkom gjørdist tað 29 hval, ið løgdu beinini í Sandágerði í kvøld.

 

Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur, at tað verða fyrst og fremst ellisheim og tílikir stovnar, ið fáa av grindini í kvøld.

 

Tað verður ein finningarhvalur latin, eins og krani og annað veður tikið við í býtið.

 

- Annars er so lítið at geva av, at tað mesta verður givið til stovnar, sgiru Finnbogi Midjord.