Føroya Væl hevur nú almannakunngjørt síni valevni til býráðsvalið í Havn. Talan er um 11 fólk, ið bjóða seg fram.
Millum teirra eru Annfinn Brekkstein, einasti býráðslimur Sambandsfloksins í Havn, Beate L. Samuelsen, sum sat í býráðnum frá 2001 til 2008, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður frá 2008 til 2015.
Tey 11 eru:
1. Annfinn Brekkstein
2. Katrin Joensen
3. Eigil Olsen
4. Beate L. Samuelsen
5. Reidar Jacobsen
6. Maria Rubeksen
7. Jens Knudsen
8. Heini Fosaa
9. Høgni Jacobsen
10. Kaj Leo Holm Johannesen
11. Júst Rubeksen
Annfinn Brekkstein og Kaj Leo Holm Johannesen hava báðir sagt við in.fo, at teir hava góðar vónir um valið og vóna, at flokkurin fer at fáa tveir, kanska tríggjar mans.