Elmar er komin á mál

Elmar Ósá hevur nú gjørt ein tvífaldan Ironman fyri at stuðla Autismufelagnum

Elmar Ósá hevur svomið, súkklað og runnið tilsamans 452 kilometrar síðan gjáramorgun - og nú er hann ein troyttur maður.

Hetta er í sjálvum sær eitt fantasiskt avrik og eitt bragd, men tað, sum ger hetta enn meira serstakt, er, at hann hann hevur gjørt hetta fyri eitt gott endamál - at stuðla Autismufelagnum.

Hann ynskir at stuðla børnum við autismu og familjum teirra við at savna pening inn, og longu nú hevur ein ørgrynna av fólkum, stovnum og fyritøkum latið pening í bæði stórum og smáum nøgdum.

Seinastu tvær rundurnar

Her ber til at síggja video av seinastu løtuni, áðrenn hann kom á mál - og tá hann kom á mál. Hetta varð sent beinleiðis frá Facebooksíðuni 452 kilometrar fyri Autismufelagið.

<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2F709556122798296%2Fvideos%2F298727447524153%2F&amp;show_text=0&amp;width=560" width="560" height="315" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>

Hevur ikki sovið 

Síðan klokkan 7:30 í gjár hevur Elmar Ósá verið í gongd nærum út í eitt. Hann byrjaði dagin við einum 7,6 km longum svimjitúri í Svimjihøllini í Havn. Úr hylinum fór hann á súkkluna og setti kósina norður eftir, har hann súkklaði 360 kilometrar. Eftir langa súkklutúrin fór hann í holt við renningina, sum var tvey maraton - altso 84 kilometrar. 

Hann byrjaði rennitúrin við Streymin og rann til Havnar, har hann rann síðstu kilometrarnar á Tórsbreyt.

##med2##

Tá hann nærkaðist endanum, var ein stór mannamúgva savnað saman at heppa uppá harða brandin. Autismufløggini veittraðu á grasvøllinum, og har var ikki eitt eyga turt, tá hann kom á mál. 

Sjálvur var Elmar Ósá sera rørdur, og hann takkaði hjartaliga øllum, sum hava stuðlað sær við hesari øru og fantastisku verkætlanini, sum fáur annar hevur megnað.

- Hjálp mær at hjálpa

Tað skrivar hann á Facebooksíðusíni, har dagføringar eru og hava verið um verkætlan hansara.

Tey, sum ynskja at stuðla Elmari og Autismufelagnum, kunnu flyta eina peningagávu til konto hjá Autismufelagnum: 6460 1586787

##med3##