4. partur
Í seinasta parti greiddi Elsa frá sínum virksemi sum jarðarmóður í Etiopia. Veruliga havi eg sjálvur, sum skrivi hetta, hitt eitt av børnunum, sum Elsa hevur tikið ímóti.
Hetta var í Íslandi í 2006, har eg royndi at finna fram til upprunan hjá føroysku sjómansmissióni í Reykjavík. Tann, sum stóð fyri henni, var Alfred Petersen, sum seinni gjørdist formaður fyri Kirkjuliga Missiónsfelagið, sum sendi Elsu til Etiopia. Vitjað var eisini á KFUM, har Elsa kom á møti, tá ið hon var í Íslandi.
Har hitti eg fyrst Ragnar Gunnarsson, sum er abbasonur tann kenda íslendska føroyavinin Jóhannes Sigurdsson. Spurdi, um hann kendi Elsu. Jú, tað gjørdi hann, men kanska Bjarni Gislason, sum sat við síðuna av, visti meira. Jú, tað kundi sigast, tí Elsa hevði tikið ímóti honum, tá ið hann var føddur! Foreldrini hjá honum, Gisli Arnkelson og Katrin Guðlaugsdóttir, høvdu arbeitt saman við Elsu í Konso. So tá ið mamman skuldi eiga, var tað so heppið, at jarðarmóðir var á staðnum. Bjarni var fyrsti og einasti europeari, sum er føddur í Konso. Aftaná var fyriskipað at konur skuldi bert eiga, har læknar vóru til staðar.
Bjarni varð eisini doyptur samstundis sum tvíburarnir hjá Elsu, sum heldur áfram við síni frásøgn:
Noktaði at ansa eftir trøllmannatrummum
Kaute, vaktmaðurin hjá okkum, var trúgvandi. Ein beiggi hansara doyði av eini leyvu, sum órógvaði bygdina. Tað eydnaðist at fáa lívið av henni, men tá ið avtornaði, lá hesin maðurin deyður undir leyvuni. Hann var okkara postmaður. Hann plagdi at fara til gongu til Gidole við og eftir posti. Hetta var ein rættuligur gongutúrur, átta tímar hvønn vegin.
Kaute greiddi mær frá, at fyrr tilbað hann trø og steinar eins og mong onnur. Trummurnar, sum verða nýttar til djevlatænastur, skuldi ein maður hava ábyrgdina av eitt ár í senn.
Eina ferð komu teir til hansara og søgdu, at nú var tað hansara tørn at ansa eftir trummunum. Men hann sýtti. Teir blivu rúkandi illir og drógu hann fyri rættin. Men hann varð fríkendur.
Beiggi hansara hótti hann við, at hann fór at doyggja, tí hann hevði brotið fedranna siðir, men tað tóktist ikki at bila. Hann livdi sítt fulla lív.
Hann var annars doyptur samstundis sum Bjarni, Jákup og Jóhannes.
Føðingardagur keisarans
Sum tað skilst varð nógv gjørt burtur úr keisaranum. Fleiri ferðir árliga var okkurt at hátíðarhalda í samband við hann og hansara lív. 23. juli 1967 var sunnudagur og 75 ára føðingardagur hjá Haile Selassie. Tað vóru røður hildnar um keisaran, og skúlabørnini sungu. Síðan vóru koptiskir prestar, sum messaðu og sungu. Í Konso var koptisk kirkja á amahariska økinum.
Detta í eldin
Tað koma 100-150 sjúklingar um dagin til klinikkina. Tað hava verið upp til 250 ella fleiri sjúklingar ein dag í Konso, og tá hevur verið nógv at gera. Tað var tó ikki alt, sum tók sum so langa tíð. Ofta var tað malaria, sum kann avgreiðast skjótt.
Tað var mest malaria, sum herjaði hesa tíðina. Mong vóru so sjúk, tá ið tey komu til klinikkina, at tey vóru meira deyð enn livandi.
Tað hava eisini verið nógv brunasár. Tey hava eldin á gólvinum í smáttunum, og tað var ikki sjáldan, at smábørn sum spældu inni, duttu í eldin og brendu seg.
Ein ung kvinna, sum lá her, var dottin við andlitinum niðureftir í eldin. Hon kom ikki á klinikkina beinanvegin. Mangt hevur ein sæð gjøgnum tíðina, men hetta var tað ringasta, eg havi sæð, tá ið tey loksins komu við henni. Væntaði ikki, at hon bleiv til fólk aftur. Men tað er ótrúligt, sum brunasár kunnu lekjast aftur.
Ein dagin komu tey við einum seks ára gomlum drongi, sum var bitin av eini slangu eina viku frammanundan. Hevði hann komið beinanvegin, hevði ikki verið so illa vorðið við honum. Vinstri armur var, allur sum hann var, eitt djúpt, ljótt sár. Eg vónaði, at hann ikki kom at missa armin. Hann var ein fittur og tolin smádrongur.
Annars var tað soleiðis, at klinikkin var opin seks dagar um vikuna. Sunnudagur var frídagur. Hetta bleiv eisini virt. Men vit røktu tó kortini tey, sum høvdu brúk fyri dagligari viðgerð. Vit høvdu 20 sengur og høvdu tí altíð liggjandi sjúklingar. Men var nakað, sum var akutt, fóru vit sjálvandi til verka. Sunnudagar var so eisini gudstænasta.
Áhugi fyri at læra
Tað var gleðiligt at síggja, hvussu áhugin fyri at læra var vaksandi. Á hvørjum degi komu vaksnir menn til okkara at keypa ABC bøkur. Vit seldu eftir fáum vikum fleiri hundrað evangeliir á klinikkini. Eitt slíkt kostaði bert 30 oyru, so tað kundu øll keypa. Aftast í stóð bókstavrøðin. Men at læra hana við fleiri hundrað bókstavum var eisini eitt tak.
Úti í nógvum bygdum vóru kvøldskeið. Har sótu kvinnur og menn og stavaðu seg gjøgnum bíbliuna. Hon er skrivað á amahariskum, sum ikki er teirra móðurmál, so tey máttu samstundis læra amahariskt fyri at skilja tað, sum var skrivað.
Eisini var undirvíst í enskum, og tí dugdu fleiri hampiliga væl enskt. Men seinni gjørdist skúlin tað verri, at tey lærdu minni enskt, og var hetta sjálvsagt eitt afturstig.
Óvæntað deyðsboð
Tríggir dreingir úr Konso fóru til Yrga Alem norðari í landinum at ganga seinasta árið á læraraskúla. Vit høvdu á ein serligam hátt glett okkum um hesar deingir, hvussu væl tað hevur gingist, og hvussu stór hjálp hetta fór at vera fyri skúlan og kirkjuliðið her í Konso. Hetta vóru fyrstu konsodeingir, sum skuldu blíva útlærdir sum lærarar. Men knappliga komu deyðsboðini um Kiffele, sum var ein av hesum deingjum. Hann gjørdist bert nøkur og tjúgu ára gamal. Hinir komu aftur til Konso og gjørdust lærarar og royndust væl alla ta tíð, eg veit um.
Aftur hátíðarhald fyri keisaran
Sunnudagin 5. mai 1968 var hátíðarhald her í Etopia. Hendan dagin í 1941 kom keisarin Haile Selassie heim aftur eftir at hava verið í útlegd í Onglandi, meðan italienarar vóru her í landinum sum hersetingarvald.
Hesin dagur hevur verið hátíðarhildin á hvørjum ári síðan tá. Slíkar dagar savnast fólkið á ávísum stað í býnum, har talur verða hildnar. Skúlabørnini ganga skrúgongu. Tað var vakurt at síggja, tá ið tey 200 børnini, sum ganga í skúla her á kristniboðsstøðini fóru hiðani til hátíðarhaldið.
Fleiri dagar frammanundan høvdu tey lært seg sangir, sum skuldu syngjast hendan dagin. Á odda gekk ein næmingur við tí etiopiska flagginum. Síðan komu tvey børn, sum bóru skúlaflaggið við navninum Norwegian Lutheran Mission School og eini opnari bíbliu seymaðari í. Øll vóru í teimum bestu klæðunum, tey áttu. Seinni varð skúlin kallaður Mekane Yesus skúlin, tá ið hann varð gjørdur ein partur í Mekane Yesus kirkjuna. Hetta at fáa etioparar sjálvar at yvirtaka virksemið hjá missiónini var eitt mál, sum arbeitt var støðugt fram ímóti.
Tíma ikki at taka tablettirnar ella taka ov nógvar
Stundum hendi tað, at sjúklingar, sum høvdu fingið viðgerð her og fingið tablettir heim við sær fyri nakrar dagar, komu aftur og søgdu, at einki var batnað við sjúkuni. So spurdi eg, um teir høvdu tikið tablettirnar. “Á nei,” var svarið, og so komu tær allar upp úr lummanum og vórðu lagdar á borðið frammanfyri meg. Tað er nevniliga sproyturnar tey helst vilja hava! Heilivágurin skal følast fyri at tey kunnu trúgva, at hann skal virka!
Aðrar tíðir var tað beint mótsatt. Ein maður hevði fingið tablettir fyri tuberklar. Hann hevði fingið fyri 30 dagar og skuldi taka eina tablett um dagin. Verður ov nógv tikið av hesum heilivági verða fólk manisk. Hesin maður hevði tikið allar tablettirnar í senn. Tá ið hann kom, hoppaði hann í túninum sum ein villmaður. Men ikki bilti tá ið avtornaði.
Ræðuliga spidalskasjúkan
Regntíðin var nú at vera at enda fyri hesa ferð. Tíverri hevði tað regnað heldur lítið hesa ferð. Næsta regntíð byrjaði ikki fyrr enn í mars. Regntíðin er soleiðis, at antin oysregnar um dagin ella um náttina. Regnar um náttina er tað serliga gott, tí tá skínur sólin um dagin. Tá grør so væl. Planturnar spríkja upp úr moldini.
Til klinikkina komu fólk dagliga at fáa viðgerð fyri ymiskar sjúkur. Tað er so at siga altíð fult av inniliggjandi sjúklingum. Teir flestu lógu bert nakrar dagar, so kundu teir fara heima aftur frískir. So eru onnur sum lógu leingi.
Dømi um tað er ein maður, sum fekk ein stein í høvdið, so høvuðskálin brotnaði, og ein annar maður, sum datt niður úr einum træi og ryggbrotnaði. Hann varð lammaður fyri niðan miðju, og tað vóru ikki stórar vónir um, at hann fór at verða gonguførur aftur.
Ein dagin komu tey berandi við einum 10 ára gomlum dreingi, sum var bara húð og bein. Hann hevði eisini stór sár á øðrum knænum. Hann hevði ligið heima leingi uttan viðgerð. Beinið var kropnað upp undir hann, so hann fekk ikki gingið. Hann mátti liggja leingi, um nakrar vónir skuldu vera um, at hann fór at verða frískur.
Nú ein dagin kom ein maður frá Farsja, 3 tíma gongd hiðani, at fáa medisin fyri sjálvan seg, konuna og tvey børn. Tey eru øll spidølsk. Henda sjúkan er eyðkend av, at ein missir følilsir fyrst í ytri limunum, sum fingrum og tær. Tey kunnu taka gløður úr eldi uttan at merkja hitan. Somuleiðus kunna tey renna seg í og fáa sár, sum ikki lekjast. Limirnir doyggja og detta av. Eisini verða tey avskeplað í andlitinum. Men nú er góð viðgerð fyri hesa sjúku. Tó er henda sjúkan framvegis í landinum.
Kølið í Gidole
Nú eru vit komin fram til 1969. Tá varð eg flutt til Gidole, ein støð sum liggur 50 km norðanfyri Konso.
Í býnum Gidole búgva í dag umleið 15.000 fólk, og býurin er umsitingarligur miðdepil fyri hetta øki.
Her búgva umframt amaharar nógv onnur fólkasløg, sum koma higar at fáa viðgerð. Fólk komu higar úr upp til 10 ymiskum tjóðbólkum, sum tosa eins nógv mál. Sum oftast var onkur á støðini, sum dugdi teirra mál, og sum kundi vera tolkur. Serliga nógvir av monnunum dugdu fleiri mál, upp til 4-5. Teir hittust á marknaðunum og vórðu noyddir at læra seg at tosa við hvønn annan.
Í Gidole er sjúkrahús, sum tá hevði 40 seingjarpláss. Ætlanin var tá at byggja afturat sjúkrahúsinum. Ein onnur sjúkrasystir, Simonette Bruvik, sum var íslendsk, skuldi eisini arbeiða har. Tey, sum arbeiddu á missónstøðini, vóru íslendingar og ein norsk lærarinna.
Sjúkrahúsið er bygt fyri góðum 40 árum síðani. Tað tænir einum øki við um 200.000 fólkum. Tað er í einum av teimum fátækastu pørtunum av landinum, har myndugleikarnir ikki hava lagt nakran serligan dent á heilsuarbeiði. Útbúgvingarstøðið er eisini lágt, og tað er trupult at fáa fakfólk at fara til eitt so fjarskotið pláss. Fólkið livir mest av jarðarbrúki til sín sjálvs við eitt sindur av sølu.
Sjúkrahúsið er bygt av Norsk Luthersk Missionssamband, men tað verður nú rikið av Mekane Yesus kirkjuni í samstarvi við norðmenn. Ein partur av fíggingini kemur frá norskum vinnulívsfólki, sum á hendan hátt kunnu vera við til at hjálpa fátøkum og sjúkum menniskjum í einum av heimsins fátækastu londum.
So gamalt sjúkrahúsið var, var tað eisini sera niðurslitið, og tað var líka við ikki at lúka treytirnir til eitt slíkt sjúkrahús fyri nøkrum fáum árum síðani.
Tað hevur tískil fingið ábøtur fyri einar 4 milliónir krónur. Fólkið og lokalu myndugleikarnir slerdu ring um sjúkrahúsið og útvegaðu 35% av kostnaðinum. Hetta er sera nógvur peningur á staðnum. Men hetta er eisini í samsvar við málsetningin at fáa fólk í økinum at taka størri ábyrgd, eisini fíggjarliga.
Afturat tí hevur býurin Gidole og sjúkrahúsið fingið ravmagn, sum er goldin av norskum kraftverkum. Sjúkrahúsið hevur nú 62 sengur við fleiri deildum og framkomnari útgerð. Tørvurin er stórur og ofta eru dupult so nógvir sjúklingar á sjúkrahúsinum, sum tað er ætlað til. Her eru 85 starvsfólk og tey eru nú øll lokal.
Hetta hevur eisini verið ein málsetningur, at fólkið í landinum skal yvirtaka øll arbeiðsøki.
Útvegaði kvinnum arbeiði
Millum tey, sum hava arbeitt í Gidole, er íslendski læknin Johannes Olafsson. Hann var fyrst giftur við Aslaug Johnson úr Íslandi. Hon doyði og Johannes giftist aftur við norsku Kari Bø.
Javnan komu kvinnur á sjúkrahúsið, sum vildu hava arbeiði hjá henni, og sum tað ikki bar til at geva teimum. Hon fekk tí eina góða kenslu av tørvinum at fáa arbeiði hjá fólki her.
Tá fekk hon hugskotið at læra kvinnurnar at gera handarbeiði. Einasti reiðskapur var heklinál og garn. Við hesi útgerð kundu tær gera til dømis dúkar, teppir og pløgg av ymiskum slag. Hetta kundi so seljast á marknaðinum í býnum og geva nakað av inntøku. Hetta var byrjanin til Gidoli Handicraft. Tey fingu fatur í einum lítlum skúri at arbeiða í, og hevur hendan verkætlan givið arbeiði til 60 fátækar kvinnur í økinum.
Kunnu uppliva hegling
Norðmenn byrjaðu at arbeiða í Gidole umleið 1950. Tað hevur verið veking her í økinum nú í fleiri ár, og tað eru túsundtals menniskju, sum eru komin til trúgv á Jesus.
Kristniboðsstøðin her í Gidole liggur høgt, 2250 m yvir havinum. Fjøllini kunnu vera einar 3.000 metur høg á hesum leiðum. Her uppi kundu tey uppliva hegling, og tað kundu tey eisini í Gidole. Stundum tyktist mær, at tað var heldur kalt. Í hvussu er samanborið við Konso í láglendinum, 700 metur longri niðri, er munurin stórur. Her regnar nógv meira enn í Konso, so her er grønt og fruktbart. Kristniboðstøðin liggur vakurt í eini brekku við fríum útsýni.
Foreldrini funnu honum konuna
Vit fara aftur til árið 1969. Á sjúkrahúsinum rokast teir nú við at byggja. Tað var trongligt inni á sjúkrahúsinum nú í seinastuni. Vit settu eyka sengur alla staðni, har nakað gólvpláss er.
Laku er ein hjálpari á støðini. Hann byrjaði at hjálpa til í húsinum hjá einum norskum trúboðara sum smádrongur, og fekk samstundis høvi til at ganga í skúla.
Hann gjørdist kristin, og hann er nú lærari á bíbliuskúlanum í Gidole.
Her kann greiðast frá, hvussu hann fekk sær konu, soleiðis sum hann greiddi mær frá tí.
Tað mest vanliga her í landinum hevur higartil verið, at foreldrini skipa fyri, hvørjum teirra børn skulu giftast við. Tey giftast helst innan teirra egna tjóðflokk. Tá ið foreldrini hava funnið eina gentu, sum tey halda vera hóskandi fyri sonin, tala tey við foreldur hennara um brúðarprísin. Hann verður helst goldin við kúm, seyði ella peningi.
Hetta merkir, at tað kann tykjast at vera eitt kvett hjá eini familju at eiga gentur við hesi inntøku, sum eru av teimum, tá ið tær giftast. Men hóast hetta eru tað dreingirnir, sum verða mettur at hava størsta virði. Tað eru jú hesir, sum føra slektina víðari, og tað telur meira enn annað.
Tá ið alt er í lagi og báðir partar eru nøgdir, tástani fáa tey ungu at vita, at tey eru trúlovað.
Soleiðis var eisini hjá Laku. Ein dagin var tað onkur, sum peikaði honum á eina gentu á marknaðinum, har hann var staddur. Hesin segði honum, at “har gongur gentan, tú er trúlovaður við!”
Hann mátti sjálvandi steðga á fyri at síggja, hvussu gentan hjá honum sá út! Serliga hugdi hann eftir beinunum. Hann greiddi frá, at “tá ið eg sá beinini, helt eg hetta var í lagi”. Hetta hevði týdning fyri, hvussu væl hon var fyri at arbeiða.
Men hetta hevur riggað væl, og nú áttu tey níggju børn, sum eisini gingu í skúla. Hetta bleiv eitt gott kristið heim. Børnini komu væl undan.
Yrkisskúlar
Eg plagdi at fara einar tvær ferðir árliga til høvuðsstaðin Addis Abeba at keypa medisin og útgerð.
Í Addis Abeba var nógv broytt, síðan eg kom higar fyrstu ferð. Stór nýmótans hús eru bygd nógva staðni í býnum. Enn var tó nógv fátækdømi at síggja, tá ið ein gekk eftir gøtunum. Kom ein eitt sindur burtur frá Addis Abeba vóru ikki stórar broytingar uttan vegirnir. Hesir eru í mongum støðum ein stóran mun betri enn fyri nøkrum árum síðani. Nýggir skúlar eru bygdir ymsa staðni, men enn er tó bert ein partur av ungdóminum, sum fær skúlagongd.
I Vondo Genet, sum liggur nakað sunnanfyri Addis Abeba, hevur Luthersk Missionssamband búnaðarskúla. Ungir menn og dreingir verða sendir hagar frá teimum ymsu kristniboðsstøðunum til at læra. Teir komu so heim aftur til sínar bygdir at nýta sín lærdóm og at læra frá sær.
Luthersku missiónirnar róku eisini ein studentaskúli sunnanfyri Addis Abeba. Nógvir leiðandi menn í Etopia hava í síni tíð fingið sína útbúgving her.
Á hesum skúla høvdu vit einaferð árligu trúboðarastevnuna. Hattar var í januar 1962. Tá hevði eg Jóhannes og Jákup við mær. Teir vóru bert 3 mánaðir gamlir. Luttakaratalið her sigur nakað um, hvussu umfatandi og skiftandi norrøna lutherska virksemið var í Etiopia. Her kundu savnast um 200 trúboðarar.
Eina ferð var ein ógvusligur ófriður í samband við Ogaden. Hetta er eystasti landspartur í Etiopia, har tað búgva nógvir muslimar. Teir vildu sameinast við muslimska Somalia við valdsnýtslu.
Hetta varð mett at vera so vandamikið, at konurnar við børnum vórðu sendar heim eitt tíðarskeið. Tá kom talið niður á 40 á stevnunum. Nú man tað liggja upp móti 100. Hetta er eisini í tráð við royndirnar hjá missiónsfeløgunum at fáa fólkið á staðnum at yvirtaka størri og størri part av arbeiðinum.
Tey sjúku verða latin eftir
Eg fekk høvi til í eini feriu at fara til Neghelli nakrar dagar. Tað var her, eg steðgaði á í 1960, tá ið eg kom til Konso á fyrsta sinni.
Á sjúkrahúsinum arbeiddu tá ein norskur lækni, kona hansara, og tríggjar norskar sjúkrasystrar saman við fleiri etiopiskum medarbeiðarum. Teir flestu sjúklingarnir komu frá Borana, sum er ein landspartur í Suður Etiopia.
Fólkið á hesum leiðum er fyri ein stóran part nomadar, sum flyta úr einum stað í annað við neytafylgjum sínum. Tí er tað so trupult at reka trúboðanarvirki millum hetta fólk. Tá ið komið verður aftur, eru tey flutt. Sum rímiligt er kunnu tey ikki hava rættilig hús. Tey seta nakrar steyrar niður í jørðina, har okkurt tilfar verður spent millum fyri at verja móti sólini.
Tá ið teir fara stað úr stað, verða tey, sum eru ov ússalig at ferðast, bert latin eftir við einum bita, nakað av vatni og tann vissa deyðan.
Teir hava ongantíð hoyrt um kristindóm fyrr.
Ófriðurin á markinum millum Etiopia og Somalia hevur eisini ført til, at ránsmannalið hava herjað og gjørt seg inn á fólkið her. Meðan eg var í Neghelli, var tað ein maður, sum lá á sjúkrahúsinum, sum fekk boð heimani frá, at trý av hansara børnum vóru dripin av ránsmonnum.
Gamalt hatur førir til kríggj
Vit eru nú komin til september 1970. Eitt kvøld fór Jóhannes læknin til Konso. Gisli Arnkelsson kom eftir honum, av tí at tvær bygdir vóru farnar í kríggj móti hvørji aðrari, og nógvir vóru særdir. Tað er gamalt hatur, sum vaknar upp av og á. Vápnini tey nýta eru spjót, sum tey royna at renna í mótpartin. Tann, sum fer undan hevur tapt, og hetta kann vinnarin meta sum sigur. Aftaná komu tey við teimum særdu til støðina at fáa viðgerð.
Ganga 4-5 dagar fyri at koma á sjúkrahús
Nú fór at líða væl til nýggja sjúkradeildin her í Gidole varð liðug. Vit hava lagt sjúklingar inn á tvær av teimum størstu stovunum, sjálvt um húsið ikki er liðugt. Serliga komu nógv fólk frá Borana økinum fyri at fáa skurviðgerð fyri ymsar sjúkur. Hesin landspartur liggur eystanfyri okkum, og sjúklingarnir hava ofta gingið 4-5 dagar higar.
Doris kemur út
Í 1971 fór eg aftur heim til Føroya í farloyvi. Nú er hent tað, at Doris Heinesen úr Klaksvík hevur fingið missiónskall, og hon kemur til Gidole at loysa meg av. Tá ið eg kom aftur, virkaði hon fyrst í fleiri støðum um avloysari, inntil hon kom at arbeiða fast í Geresse.
Doris er fødd 1. apríl 1941 í Marstal, dóttir Esther og Fischer Heinesen. Hon tók prógv sum sjúkrasystir á Bispebjerg Hospitali i 1964. Doris starvaðist sum sjúkrasystir nøkur ár í Danmark og Føroyum. Hon tók eisini jarðarmóðurútbúgving í Bretlandi, áðrenn hon fór út.
Doris varð vígd til trúboðara sunnudagin 25. apríl 1971 í Klaksvíkar Kirkju. Prestur ta ferðina var Jacob Magnussen.
Teir, sum luttóku í vígslunu, vóru Leif Rasmussen frá Luthersk Missionsforening í Danmark, Fischer Heinesen, pápi Doris, Dia Rasmussen, Eliesar Jacobsen og Hans Jacob Ellingsgaard. Víglsan var framd av Åge Jensen, sum var formaður í Luthersk Missionsforening.
At enda talaði Doris sjálv frá kórgáttini.
Noyddist at drekka gor
Komin út aftur í 1972 fór eg til Gata. Hetta er langt eysturi í landinum. Tískil kom eg úr Gøtu til Gata, sum annars var yrkaranavnið hjá beiggja mínum Esmari. Her var eg bert tveir mánaðir. Eg varð tá biðin um at fara aftur til Konso vegna sjúku hjá eini sjúkrasystir, íslendsku Ingun Gisladóttir. Hon doyði seinni av sjúkuni.
Demmese eitur ein drongur, sum arbeiðir á klinikkini við skráseting av tí, sum hendir her. Vinstri fóturin á honum er krøktur, so hann gongur bert á hælinum, meðan tærnar peika upp eftir. Hann hevur arr eftir einum stórum sári, sum var atvoldin til hetta.
“Hvussu byrjaði hetta?” spyrji eg Demmese.
“Eg varð bitin av einum eiturormi, tá ið eg var smádrongur. Fyrst royndu tey ymisk heimaráð, sum einki hjálptu. Síðan fóru tey við mær til ein trøllmann. Hann skar í húðina upp eftir legginum, so at eg bløddi. Síðan drupu tey eina geit og góvu mær gorið at drekka. Eg noktaði, men har hjálpti einki, eg varð noyddur at drekka tað. Eg spýði, og eg minnist, at alt mól fyri mær. Eftir hetta var eg ógvuliga sjúkur, og eg hoyrdi, at tey talaðu saman um, at eg fór at doyggja.
Eg kom tó fyri meg aftur, og tey bóru meg síðan higar til klinikkina. Her var eg eina tíð, til sárið var næstan reint. Tá knappliga kom pápi eftir mær eina náttina og tók meg heim. Tað skuldi hann ikki havt gjørt, tí tá var tað, at fóturin fór at kropna upp eftir, sum hann er nú.
Tað kom ilt í sárið, og tað lektist ikki. Tá ið tvey ár vóru farin, komu tey aftur higar við mær, men tá var einki at gera við fótin, men sárið lektist. So fór eg at ganga í skúla her á støðini og fór at ganga ørindi og tílíkt.
Pápi var gallikja, trøllmaður. Fólk komu við kaffi, seyði, geitum og øðrum til hansara, sum hann skuldi ofra til satan. Hetta varð gjørt heima hjá okkum. Kaffi varð kókað, meginparturin varð stoyttur á moldgólvið, og restina drukku tey sum vóru til staðar.
Lambið og geitin vóru síðan dripin og blóðið rann í túnið uttanfyri dyrnar. Nakað av blóðinum smurdu tey á veggirnar á smáttunum og upp á durastavirnar. Kjøtið varð lutað sundur. Ein ella tveir menn tóku tann eina lutin og fóru út um bygdina við honum til eitt stað, sum eingin annar mátti vita um. Hetta skuldi satan hava. Tað sum var eftir av kjøtinum, var síðan etið av teimum hjástøddu, meðan tey ákallaðu satan. Tað merkiliga er, at hetta eru fyriskiparnir, tó í avlagaðum líki, sum minna nakað um fyriskiparnir, sum greitt er frá í Bíbliuni. Spurningurin er, um Bíblian kann hava verið kend her í fornari tíð.
Pápi mín var tá sum oftast settur av illum anda og fell í óvit. Eg minnist, at eg var altíð ræðuliga bangin, og eg visti, at hetta var ikki av tí góða. Tá ið tað bar til, rýmdi eg frá húsum og kom ikki heim aftur, fyrr enn alt var yvirstaðið. Tá var pápi illur við meg og segði, at eg átti at heiðra Satan.
Mamma var eisini sera ágrýtin í hesum. Tað var helst, tá ið onkur var sjúkur, at hesar ofringar fóru fram. Men einki hjálpti. Trý av mínum systkjum og pápi doyðu eftir einum ári. Mamman fór eins og Demmese at ganga á møti, og bæði gjørdust kristin.
Næstu ferð
Í komandi parti koma vit at greiða nærri frá hungursneyðini í 1974, sum komu á forsíðurnar um allan heimin, og sum var beinleiðis orsøkin til kollveltingina, sum gjørdist ein partur av heimssøguni