Elsa Jacobsen: Ágangurin tekur dik á seg

Nú byrjar eitt heilt nýtt tíðarskeið í Etiopia. Keisarin er fallin og nú skulu vera nýggjar og betri tíðir, sigst. Men hesar nýggju tíðirnar komu at minna um bæði Hitler og Stalin. Hetta komu Elsa, hennara næstu og samstarvsfólk eisini at síggja uppá nærmastu hond

6. partur

 

Trúarfrælsið skuldi roynast

Slíkar skipanir, sum tær ið nú høvdu fingið ræðið í Etiopia, vilja altíð siga seg verja trúarfrælsið, hóast tað ofta sæst tað mótsetta.

Eg helt, at eg skuldi frá byrj­an av nýta høvið til at royna trúarfrælsið. Tá ið eg fór ørindi á skriv­stovur og líknandi gekk eg runt og gav teimum traktatir og bíbliupartar. So søgdu tey við meg: “Veitst tú ikki, at tú hevur ikki loyvi til hetta?” Eg svaraði: “Men tey siga jú í radio, at tað er trúarfrælsi. Tey siga væl ikki ósatt!” So flentu tey bara og tóku ímóti.

Undir kommunistatíðini brúktu vit framvegis hvørt høvi at boða evangeliið. Eina ferð fór eg til Addis Abeda úr Arba Minch, tað vóru 500 km við bussi. Bussarnir eru altíð so stúgvandi fullir av fólki. Øll tosa við hvønn annan. Tann, sum situr í einum sessi frammarlaga í bussinum, kann venda sær á og tosa við onkran tilvildarligan aftanfyri.

Tann sum sat næst við spurdi, hvør ein er, um mann er giftur, hvussu nógv børn ein eigur og tílíkt. Ein van­ligur spurningur var, “hvat skal tú gera í Addis Abeba?” “Eini ørindi,” var vanliga svarið, og tað var eisini fult nøktandi. Í hesum bussinum vóru øll møgulig fólk, og eg kendi ongan av teimum .

Tá ið eg ferðaðist tá í tíðini, hevði eg altíð eina tasku við bíbliupørtum og traktatum, sum eg býtti út í bussinum. Eg visti, at hetta kundi eisini kosta mær, um illa vildi til. Men eg hugsaði, at teir siga, at tað er trúarfrælsi. Gud hevði sent meg út higar, og hetta mátti eg vísa í verki.

So eina ferð ætlaði eg mær at byrja at býta tilfarið út. Tá steðgaði bussurin nokkso ofta at byrja við. So hugsaði eg, at eg skuldi bara bíða til tað gjørdist langt til næsta støðgin. Men júst á seinasta stoppistaðnum áðrenn tað skuldi koyrast leingi út í eitt, komu tveir menn inn við nógvum strikum á økslini inn í bussin.

Hetta vóru menn, sum høvdu eina høga støðu í stýrinum. Eg visti, hvat ið teir fóru at halda um mítt ætlaða tiltak. Eg má viðganga, at eg fekk eitt sindur av hjartabankan og hugsaði nógv um, hvat ið eg skuldi gera.

Men tá ið vit høvdu koyrt eina løtu, kom eg til ta niðurstøðu, at hesir menn hava eisini fyri neyðini at hoyra gleðiboðskapin. Tað stendur eisini í bíbliuni um ikki at vera ræddur. So hugsaði eg eisini, at øll hesi menniskjuni í bussinum eru ein missiónsmark.

Tað vóru eini 70 fólk í bussin­um. Eg reisti meg og fór at býta hesar bíbliupartar út. Øll tóku ímóti, smíltust og takkaðu. So nærkaðist eg hesum monnunum, teir sótu nakað aftarlaga í buss­inum. Eg hugsaði sjálvsagt um, hvussu tað mundi fara at ganga, tá ið eg kom til teirra sessir. At enda kom eg til teirra, hugdi í eyguni á teimum og segði: “Gerið so væl. Hetta er Guds orð.” Teir smíltust, takkaðu fyri og tóku ímóti. Her var eingin grund til stúran.

 

Songur til arbeiðið

Aftur til gerandisdagin. Vit eru komin til februar 1975. Fólkið í Konso er nú úti á økrunum allan dagin og veltir. Tey arbeiða í felag og syngja meðan tey velta. Songurin hoyrist nú her rundanum dagin langan. Hetta sigur nakað um arbeiðsgleðina hjá teimum. Her er so turt nú, sum eg neyvan havi sæð tað fyrr. Grasið er avsviðið, og jørðin næstan skríggjar eftir vætu.

Bøn okkara til Guds var, at regntíðin, sum nú skjótt fór at byrja, skuldi gerast góð. Úti í mongum bygd­um stóð nú so illa til, hvat mati viðvíkir, at hjálpi­arbeiðið fór nú aftur í gongd. Tað var Kirkens Nødhjælp í Noregi, sum aftur stóð fyri hjálpi­arbeiðinum. Tær undanfarnu tríggjar vik­urnar høvdu teir fraktað eina rúgvu av korni higar við lastbilum. Kornið varð keypt í Arussi, einum landsparti sunnanfyri Addis Abeba. Landið er so stórt, at tað kundi væl vera turkur eina staðni og ikki í øðrum støðum. Tað ráddi um at fáa so nógv korn sum gjørligt higar, áðrenn regnið byrjaði. Tá verða vegirnir so uppbloyttir, so tað er ikki framkomandi við lastbilum.

Vanligt er annars, at tað eru tvær árligar regntíðir. Tann fyrra og longra er í mars apríl, mai og juni. Tann seinna og styttra er í september og oktober. Regntíðirnar kundu tó verða sera óregluligar.

 

Nýggj kirkja

Nýggja kirkjan í Konso varð vígd sunnudagin 2. mars 1975, og var tað ein stórur dagur fyri okkum øll. Fólk vóru komin ymsastaðni frá, so kirkjan var fullsett og meira enn tað. Nógv fólk sótu uttanfyri.

Kirkjan er einføld og hugnalig. Á framvegginum, sum er málað­ur við vøkrum grønum liti, er festur ein stórur trækrossur. Talarastólurin, altarborðið og beinkirnir eru eisini av lakeraðum viði. Beinkirnir vóru komnir úr yrkisskúlanum, sum missiónin rak í Arba Minch. Alt var sostatt til reiðar til dagin.

Tað kundu sita 7-800 fólk inni, men tá sótu tey trongt. Tað vóru umleið 4000 limir í Mekane Yesus kirkjuni í Konso landspartinum. Umframt hesa kirkjuna vóru eisini kirkjur í fleiri av bygdunum.

 

Máttu sáa fýra ferðir

Vit eru í mai. Regntíðin byrjaði seinni enn vanligt hesaferð, so summi sáaðu upp til fýra ferðir, áðrenn tað fór at regna av álvara. Hvørja ferð tað fór at næla, varð tað sviðið av sólini, av tí at eingin væta var.

Tveir seinnapartar í eini viku regnaði, so tað munaði. Jørð­in sum nú leingi hevði verið skróv­­turr, drakk vætuna í seg og skjótt spretti grasið her uttanum. Av tøkun­­um rann vatnið niður í brunn­arnar, sum nú allir vóru tómir.

Um tað helt áfram ein mánað afturat, skuldi grøðin farið at verið tolulig, hóast akrarnir sóu misjavnir út sum var.

 

 

Ikki tørvur á meira hjálpiarbeiði

Vit eru komin til august 1975. Hjálp­ararbeiðið var nú hildið upp­at hesaferð. Tað hevði regnað bara væl hesa regntíðina, og akrar­n­ir sóu heilt toluligir út. Nú fór fólk­ið at klára seg við sínum egna korni tað, sum eftir var av árinum. Vit hildu tó fram á klinikkini at býta út mjólkapulvur og greytamjøl til teirra, ið tørvaðu tað.

Vit fingu boð um at koma út til eina bygd, sum eitur Abaroba, av tí at har gekk ein so ring eygnasjúka í bygdini. Skúli, fyristøðumaðurin, koyrdi meg hagar. Tað tekur ein tíma at koyra. Tá ið vit komu fram, var ein hópur av fólki komin saman og bíðaði eftir okkum. Tað vísti seg, at serliga nógv børn vóru álvarliga sjúk í eygunum, og nøkur vóru enntá næstan blivin blind. Heilivágurin er pensilin og salva.

Vit góvu viðgerð til meira enn 100 fólk við eygnasjúku, meginparturin vóru børn. Síðan lærdu vit tey, hvussu tey í mong­um førum kundu fyribyrgja eygna­sjúku. Nógv fólk hava eygnasjúku í teimum flestu bygdun­um. Tær nógvu flugurnar gera sítt til at bera smittuna ímillum manna. Flugurnar eru ein rættu­­lig plága.

Hagtølini vístu, at á klinikkini høvdu vit 39.921 viðgerðir í 1974. Hetta svaraði til 130 um dagin, tá ið sunnudagar verða tiknir frá.

 

Fari til Arba Minch

Í 1977 eri eg komin til Arba Minch eftir at hava verið í Føroyum í farloyvi. Arba Minch merkir “40 keldur.” Her er nóg mikið av vatni og tað er eisini gott. Býurin liggur 500 km sunnanfyri Addis Abeba og 90 km norðanfyri Konso. Vegurin úr høvuðsstaðnum higar til Arba Minch er góður. Áfram til Konso høvdu teir eisini bøtt væl um vegin. Arba Minch gjørdist fyri nøkrum árum síðani lokali høvuðsstaðurin í landspartinum.

Ein dagin fór eg til Konso. Eg slapp við einum lastbili og fekk hann at taka búnyttirnar hjá mær í Konso higar til Arba Minch. Stuttligt var at hitta kenningar og vinir í Konso. Á klinikkini var nógv at gera sum áður.

Missiónsstøðin í Arba Minch liggur fyri seg sjálva millum tveir býir, og vit, sum arbeiddu á sjúkrahúsinum, búðu tætt við. Tað vóru tá tveir læknar og tvær útlendskar sjúkrasystrar. Yrkisskúlin er eisini her.

Tað eru einir 10 minuttir at ganga av sjúkrahúsinum niðan á sjálva missiónsstøðina. Har er kirkjan og skúlaheim er fyri umleið 130 ungfólk, sum ganga í skúla her í býnum og á hand­verkaraskúlanum hjá missiónini, har ungir etioparar fáa høvi til at læra træ- og jarnsmíð. Í býnum er stórur barnaskúli og hægri skúli við. Tað búðu umleið 8.000 fólk her í Arba Minch, tá eg var har. Nú eru tey 50.000. Fólk flyta úr bygdinum til býin at fáa arbeiði sum so nógva staðni um allan heimin. Hetta er tó ikki altíð eydnan. Ofta eru trupulleikar bæði at fáa arbeiði og nakað at búgva í.

Á sjúkrahúsinum vóru 70 seng­­ur, sum altíð vóru upptiknar. Barna­deild og blóðbanki eru kom­in afturat, síðan eg fór haðani. Um­framt tey, sum eru innløgd á sjúkra­húsinum, komu um 100-200 fólk um dagin til viðgerðar á klinikkini, sum er partur av sjúkrahúsinum.

Landslagið er avbera vakurt her. Eystur eftir síggja vit útyvir eitt stórt vatn og fjallarøðir bæði norður eftir og suður eftir móti Konso. Vestanfyri okkum eru hægri fjøll, sum fyri tað mesta eru skógvaksin heilt niðan ígjøgn­um. Missiónsstøðin liggur í umleið 1400 metra hædd. 50 km hiðani í vest­an millum Gidole og Arba Minch í 2200 metra hædd liggur Geresse, har sum Doris arbeiðir.

 

Kommunisman ger vart við seg: Missións­húsið verður stongt

Her kann verða nevnt, at tað er ikki nógv, eg skrivaði um kommunistiska stýrið í mínum brøvum heim. Tað ráddi um at vera ansin, so sleppast kundi undan óneyðugum trupulleikum. Men í hesi greinarøð verða hesi viðurskifti gjølla umrødd, soleiðis sum vit upplivdu tey.

Tað var so við og við, at vit merktu kollveltingina, serliga við sínum ágangi móti teimum kristnu. Tá ið vit eru komin til 1977 merkja vit hana rættuliga. Hetta er eisini árið, tá ið tann víttgongdi Mengistu Haile Mariam tryggjar sær endaliga valdið.

Nú varð missiónshúsið her í býnum, sum Mekane Yesus kirkjan eigur, stongt. Upp­slag varð sett á dyrnar um, at kristi­ligar samkomur vóru bannaðar í framtíðini. Eisini varð sagt, at allar bíbliur skuldu verða tiknar frá fólki og brendar á báli.

Tað var bóndafelagið, sum gav hesi boð, men nú var tað ikki vist, at hetta varð sett í verk bein­anvegin, tí lógirnar søgdu framvegis, at trúarfrælsi var í landinum. Bóndafeløg vóru skipað av nýggja stýrinum og vóru ein liður í “nærdemokratiinum” sum vera skuldi. Hesi feløg vóru tískil forlongdi armurin hjá myndugleikunum.

Vit gingu framvegis runt her á sjúkrahúsinum og býttu út lesnað. Øll, sum dugdu at lesa, vildu hava bíbliur. Ein, sum átti tvær bíbliur heima, ynskti eina afturat. Ofta vóru bíbliur niðurgrivnar so tær kundu finnast fram, um bíblian heima var tikin av myndugleikum.

Tað vardi heldur ikki leingi, at samkomuhúsið var stongt í hesum umfari. Kirkjan fekk húsini aftur, og myndugleikarnir góvu teimum kristnu rætt til at halda áfram við samkomum.

Men ein sunnudag kom ein hópur av ungdómum og órógvaði í missiónshúsinum, meðan møti varð hildið. Síðan tóku teir lykilin og stongdu húsið aftur.

Eisini hesa ferð fingið tey húsið aftur, og sunnudagin eftir var fult hús til møti. Nógv fólk stóðu uttanfyri vegna plásstrot.

 

Tora ikki at syngja

Í juli 1979 vitji eg Doris Heinesen uppi í Geresse, sum bæði er ein býur og ein landspartur. Útsýnið var avbera vakurt. Luftin her uppi er munandi kaldari enn niðri í Arba Minch.

Doris kom sum áður greitt frá til Etiopia í 1971. Hon kom til Geresse í 1974 til eina missións­støð, sum Dansk Lutkersk Miss­iónins­forening hevði ábyrgd­ina av. Sum aðrastaðni eru her í økinum fleiri tjóðbólkar. Men sum í nærum hvørjum landsparti er eisini minst ein amahariskur býur.

Doris hevur frá byrjan av upp­bygt klinikkina í Geresse. Um hetta hevur hon greitt soleiðis frá:

“Tá ið vit vóru komin til Geresse á fyrsta sinni, fór eg beinanvegin at rigga klinikkina til. Fyrst av øllum pakkaði eg tey ymisku sløgini av medisini upp. Síðan tók eg ímóti teimum fyrstu sjúklingunum í gongini og køkinum heima hjá mær sjálvum. Fyrsta dagin kom ein sjúklingur, annan dagin komu 9, triðja dagin 30 og fjúrtan dagar seinni komu 72 sjúklingar at fáa viðgerð. Eg hevði ongar útlærdar hjálparar, men eg hjálptist kortini við teir, eg hevði. Fyrstu vikuna var tað húshjálpin, sum hjálpti mær. Síðan fekk eg til hjálpar ein av arbeiðsmonnunum hjá Erik Birch Andersen, sum bygdi missiónsstøðina. Hesin maður gjørdist kortdrongur hjá mær. Hann gav hvørjum sjúklingi eitt kort við navni og nummari á. Hann hevði gingið fýra ár í skúla og hevði lært so mikið, at hetta riggaði.

Dorit Larsen hjálpti mær eisini. Hon var gift við Frits Larsen leiðara á støðini. Hon hevði ikki lært til sjúkrasystir, men hon hjálpti mær við tablettunum og dugdi eisini at binda um sár. So fekk eg ein nýggjan hjálparmann. Hann gekk í 7. flokki og var eftir umstøðunum væl skúlaður. Klinikkin varð seinni flutt niður í bilskúrin, sum gjørdist eitt hugnaligt viðgerðarhøli. Uttanfyri settu vit beinkir at sita á. Tað vóru skjótt umleið 100 fólk til staðar, tá ið andakt varð hildin.

Higar vóru fólk eisini borin á børu. Summi komu eisini ríðandi á múldjóri. Ein dagin stóðu fýra múldjór “parkeraði” uttanfyri.” Muldjór er avkom av hesti og esil. Tey eru sera áhaldandi og treyst, men kunnu ikki sjálvi fáa avkom.

Sum tað skilst hevur Doris verið einsamøll á støðini sum fakfólk innan sjúkrarøkt, og tað kann sigast, at hon hevur gjørt eitt slóðbrótandi arbeiði í Geresse.

Vit vóru í bygdini Monne. Tað var bratt at ganga oman í dalin. Ein hópur av kvinnum og børnum komu saman, og vit høvdu eitt gott møti.

Í Monne hevði verið kirkja, sum tó var forfallin. Ein dagin Doris kom oman í bygdina at hava kvinnumøti var kirkjan burturtikin. Viðin í kirkjuni hevði bóndafelagið tikið til ein skúla, sum eisini varð nýttur til politiskar fundir.

 

Fongslað jólamorgun fyri ikki at fara á politiskan fund í kirkjutíð

Eg eri nú aftur í Arba Minch. Fólk komu langvegis frá fyri at fáa hjálp. Vit høvdu um hesa tíðina seks sjúklingar frá Geleb, sum liggur í útsynningshorninum av Etiopia. Tá ið eg kom til Etiopia høvdu vit bert hoyrt um Geleb, har livihátturin var nógv aftanfyri tað, sum annars var galdandi. Ongin her dugdi málið hjá teimum, so tað var bara við teknum, vit royndu at fáa samband við tey. Tey fingu øll skurðviðgerð og fóru heim í vikuna eftir við einum missiónsflogfari, sum tey eisini komu higar við. Hetta var so langt burtur, at tað var neyðugt at flúgva. Tað var ein hvítsunnusamkoma í Svøríki, sum rak missiónsvirksemi millum hesi fólk. Tey sendu ofta sjúklingar til okkara.

Víða hvar verða mong fongslað fyri sína trúgv á Jesus. Hetta komu vit eisini at merkja meira og meira.

Jólamorgun 1979 var ein hópur av fólki, sum vóru í kirkju her, sett føst, tí tey ikki vóru komin til ein politiskan fund, sum var settur at vera í kirkjutíð.

Eg fór sjálv í kirkju hendan morgunin. Komin niðan móti kirkjuni sá eg, at tað stóðu her­menn á vakt uttanfyri. Eg fekk tá at vita, at eini 200 fólk, sum vóru komin í kirkju í góðari tíð fyri at fáa pláss, vóru handtikin og førd í fangahús. Hini, sum vóru á veg í kirkju, rýmdu í ræðslu. Tann dagin var eingin gudstænasta. Sunnu­dagin eftir vóru tað bert 50 fólk, sum høvdu vágað sær í kirkju.

Tey flestu av teimum tiknu sluppu skjótt leys aftur, men nøkur sótu longur. Millum tey tiknu vóru eisini Jóhannes og Jákup. Vit koma í komandi parti at greiða frá, hvussu Elsabet upplivdi hetta.

Eg spurdi ein av vaktar­monn­un­um, sum kom á sjúkrahúsið við fangum til sjúkraviðgerðar: “Hví forfylgja tit teimum kristnu?” “Tí kristindómurin hóskar ikki saman við politikkinum, sum vit føra”. segði hann. Sannleikin sagdur við fáum orðum.

Tey, sum sótu fyri sína trúgv, vórðu eisini stemplað sum landa­­svíkj­­arar. Hetta var tað, sum tey minst av øllum vilja vera. Tey vóru líka góð við sítt land, sum øll onnur.

Missiónshúsið niðri í býnum varð aftur tikið og nagli settur í hurðina. Kirkjan á missiónsstøðini varð framvegis opin. Men tað var ógvuliga umráðandi hjá teimum ráðandi at leggja politiskar fundir í kirkjutíð, og tað var tvungið at møta upp. Roynt varð so at broyta kirkjutíðina, men tá varð í skundi ein annar politiskur fundur settur somu klokkutíð, sum øll eisini høvdu skyldu at koma til.

Samtíðis sum sagt varð, at teir einki hava ímóti kristindóminumn, og øll kunnu trúgva, sum tey vilja, varð hetta gjørt. Bíbliur, sang­bøkur, sangbond við kristilig­um innihaldi og musikkinstrument, sum nýtt vórðu til gudstænastur, vórðu tikin frá teimum trúgvandi heima hjá teimum sjálvum.

 

 

__________________________

 

 

 

Orkaydo, sum eingin tordi at vera góður við

 

 

Her skal verða greitt frá eini serligari lagnu, sum eg minnist væl, og hetta var Orkaydo

 

 

Hann var føddur í eini bygd í Suður Etiopiu í Konso. Hann átti fleiri systkin. Foreldrini vóru heidningar.

Orkaydo var øðrvísi enn hini systkini. Hann var sjúkur. Knapp­liga kundi hann detta niður, har sum hann stóð. Hetta hevur verið epilepsi.

Tað er fastgrógvið í hugsunar­hátt teirra, at henda sjúka er orsakað av illum andum, og at hon smittar. Tessvegna tora fólk ikki so mikið sum at nerta við slíkar sjúklingar.

Orkaydo fekk ongan kærleika sum barn. Øll róku hann burtur, tá ið hann nærkaðist hinum smáttunum í bygdini. Foreldrini sýndu honum kortini góðsku, so frætt sum tey kundu.

Nú høvdu tey frætt, at útlend­ingar vóru komnir til Konso, einar tvær dagsferðir burtur. Kanska var har hjálp fyri Orkaydo.

Ein dagin kom pápin berandi við soninum til klinikkina. Orkaydo sá neyðarsligur út við stórum búki og klønum ørmum og beinum. Høvdið var fult av sárum. Til støddar var hann sum ein fimm ára gamal drongur, men hann var vist nøkur ár eldri.

Hann hevði fingið ov lítið at eta, og var tí heilt niðurundir­kom­in. Orkaydo stóð og helt í pápan­um. Eyguni vóru full av ræðslu, samstundis sum tey hungraðu eftir kærleika.

Hann varð lagdur inn á klinikk­ina til kanningar. Tað vísti seg, at Orkaydo hevði fleiri sløg av ormum í búkinum, tuberklar í húð­ini á høvdinum umframt epilepsi.

Hann kom nú undir viðgerð. Pápin sat hjá honum teir fyrstu dagarnar. Men ein dagin var hann ikki at síggja. Fólk søgdu, at hann var rýmdur heim. Orkaydo lá nú einsamallur millum fremmand fólk. Hann græt og rópti eftir pápa sínum.

Tað ringasta var, at sovæl starvsfólk sum aðrir sjúklingar við avvarðandi ikki vístu honum ta umsorgan, sum tey áttu. Hetta lá so djúpt í teimum. Tey vóru rædd fyri at verða smittað.

Eg royndi at gera teimum greitt, at henda sjúkan ikki smittaði. Eisini tók eg Orkaydo upp í fangið fyri at vísa teimum, at eg var ikki bangin fyri at verða smittað av sjúkuni.

Einki hjálpti. Men kona prestin var góð við Orkaydo. Hon vaskaði hansara klæði og gav honum mat. Tað gloymdi eg henni ongantíð.

Ein dagin kom hon til mín og segði, at øll søgdu við seg, at hon mátti gevast at passa Orkaydo, annars fór hon at fáa sjúkuna, sum hann hevði. Eg segði, at hon mátti ikki lurta eftir slíkum.

Orkaydo plagdi at koma oman til mín hvønn morgun, áðrenn eg fór til arbeiðis. Hann settist á trappuna og rópti: “Aye”, sum merkir mamma. “Ja, hvat vilt tú Orkaydo,” spurdi eg. “Eg vil hava kjøt og breyð,” segði hann. Tað fekk hann so. Hann var dagligur gestur heima hjá mær, men hann svav á klinikkini.

Tað gingu tvey ár. Pápin kom ikki aftur. Eingin visti, hvar hann búði. Vit royndu at fáa løgregluna at leita eftir honum. Men hetta var ikki møguligt uttan at geva mutur, og tað vildu vit ikki. Her var heldur eingin skráseting ella fólkayvirlit.

Orkaydo gjørdist betri. Sárini á høvdinum vóru lekt, og hann var nú væl í holdum. Vegna sína sjúku og ta viðferð, sum hann hevði fingið, var hann ikki so frammarlaga sum børn í hansara aldri.

Hvønn morgin sat hann og lurtaði eftir Guds orði, tá ið andaktir vóru. Hann dugdi nú fleiri sangir um Jesus uttanat.

Ein klinikk var ikki rætta staðið at vaksa upp hjá einum barni. Hann fekk ikki kærleika frá starvsfólki og øðrum vegna sína sjúku. Tá ið hann ikki tók tablettirnar so regluliga, sum hann átti, fekk hann stundum herðindi.

Tíðin nærkaðist til, at eg skuldi fara heim. Eg heitti á fleiri um at taka sær av Orkaydo, men eingin vildi. Eg søkti um pláss fyri honum á barnaheiminum hjá missiónini, men har var yvirfylt.

 

Pápin kemur og rýmir

Sum sagt royndu vit uttan úrs­­lit at fáa fatur í pápan. Men knapp­liga ein dag kemur hann. Tey koma renn­andi eftir mær, at nú máttu eg ikki lata pápan fara av­stað, fyrr enn hann tók Orkaydo við sær.

Eg fór út og sá Orkaydo standa og halda í pápan. Hann var sjálv­­­andi glað­ur um, at pápin var komin.

“Tað var gott, at tú komst,” segði eg við hann. “Vit hava leitað leingi eftir tær. Orkaydo er nú frískur. Eg fari nú heim til Føroyar, og hann kann ikki vera her longur. Tú mást taka hann heim við tær”.

Pápin settist niður og stórgræt. “Eg kann ikki taka hann,” segði hann. “Vit kunnu ikki ansa eftir honum, øll ræðast hann”.

“Tað er eingin onnur loysn,” segði eg. “Hann er títt barn. Tú mást royna at vera góður við hann”.

Vit fóru so at gera hann til. Hann fekk klæðir, eitt sindur av mati og tablettir fyri nakrar mánaðir, sum hann skuldi taka dagliga. So skuldi hann koma aftur at fáa fleiri tablettir.

Eg stóð og hugdi, tá ið teir fóru. Orkaydo helt við aðrari hondini í pápan, sum um hann var bangin fyri, at hann skuldi fara frá sær. Við hinari veittraði hann til okkara.

Tað var ikki sørt, at tárini trýstu seg fram í eygunum á mær, har eg stóð og veittraði aftur. Eg hevði verið so nær knýtt til hans­ara hesa tíðina. Hvussu mundi framtíðin fara at laga seg fyri honum?

 

Orkaydo kemur aftur

Seinnapartin sama dag eru vit í ferð við at rudda upp og leggja til rættis ymiskt til næsta dag.

Eg siti við skriviborðið og geri skránna. Ein kend rødd hoyrist: “Aye!” Og inn gjøgnum dyrnar kemur Orkaydo við pjøkanum í hondini.

“Ja, men, Orkaydo, hví kemur tú aftur?” spurdi eg bilsin.

“Pápi slepti mær, tá ið vit vóru komnir nakað á leið,” segði Orkaydo, “far tú aftur til trúboð­ararnar segði hann við meg. Tú kanst vera hjá teimum. So rann hann avstað, og eg fann hann ikki aftur”.

Hvat var nú at gera? Alt tað sama um aftur. Orkaydo fór í song um kvøldið.

Nakrar dagar seinni fór eg avstað heim til Føroyar. Tað var ringt at fara frá Orkaydo í tí støðu, hann nú var í.

Eg legði Orkaydo í Guds hendur, og bað hann senda onkran higar, sum sum vildi vera góð við hann. Tað var sjúkrasystirin, sum kom aftaná meg, eisini.

Eftir eitt ár heima kom eg aftur til Etiopia, har eg skuldu arbeiða í Arba Minch.

Dagin eftir, at eg var komin, fór eg ørindi til Konso. Eg visti at Orkaydo framvegis var har, og var sum vera man spent uppá at síggja hann.

Eg fór niðan á klinikkina og sá hann standa har. Hann var blivin nógv meira dølskur, men hann kendi meg kortini. “Ayje, hví var tú so leingi burtur?” spurdi hann. Eg prátaði við hann eina løtu, men hann var ikki so prátingarsamur sum fyrr. Hann var mestsum sløknaður sálarliga. So fór eg aftur til Arba Minch. Átta dagar seinni frætti eg, at Orkaydo var deyður. Hann var dottin niður í eina stóra holu, og var hetta hansara bani. Hann var tá um 10 ára gamal og varð jarðaður omanfyri klinikkina. Eitt stutt og stríggið lív var komið at enda. Eingin av hansara egnu spurdu nakrantíð eftir honum.

Orkaydo var bert ein av teimum óteljandi, sum liva í hjálparloysi og sum bíða eftir hjálp.

 

 

 

Næstu ferð:

Í komandi parti verður meira greitt frá um ræðuleikarnar undir kommunistastýrinum. Tá fara vit at hava eina frásøgn um Tshay Tolessa um hvussu hon upplivdi stýrið. Hetta er ikki lesnaður fyri sartar sálir!