Elsa Jacobsen: Sonurin mátti lata lív fyri at mamman kundi jarðast

Nú er Elsa komin til Konso, har hon virkar fyrstu árini. Hetta er ein heilt annar heimur, enn hon var von við á stórt sæð øllum økjum. Ikki minst siðirinir hjá summum fólkasløgum eru ræðuligir. Men tann størsta hendingin hjá Elsu er tó, at hon frá degi til annan fær tvíburar. Fyrst fara vit tó at greiða ett sindur meira frá søguni hjá Etiopia

2. partur

 

 

Etioparar hava gjøgnum nógvar øldir stongt seg inni og einki viljað havt við útlendingar at gera. Serliga ikki við teir hvítu av teirri orsøk, at etioparar hava verið illa royndir av teimum. Fólkið í Europa hevur sostatt gjøgnum langar tíðir vitað lítið og einki um hetta landið. Teir hoyrdu um hetta merkiliga keisararíkið suðuri í Afrika, men um fólkið og viðurskiftini annars vistu teir einki. Etiopia er eisini sjáldsamt á tann hátt, at tað við stoltleika kann rekja sína søgu aftur til fleiri øldir fyri føðing Krists. Men hetta, at teir hava stongt seg inni gjøgnum tíðirnar hevur ikki havt góða ávirkan. Av hesi orsøk er framburðurin steðgaður á mongum økjum.

Fyri kirkjuna hevur tað verið serliga hættisligt ikki at hava havt samband við aðrar kristnar kirkjur. Koptiska kirkjan er tí fyri ein part blivin ein blandingur av kristindómi og øðrum religiónum sum islam og jødadómi.

 

Kongur Konganna Haile Selassie

Her skal verða greitt eitt sindur frá keisaranum Haile Selassie, sum í nógv ár var sjálv ímyndin av Etiopia. Hann var føddur í 1892 og var doyptur Tafari. Hann var bróðursonur keisaran Menelik. Í 1916 varð hann útpeikaður sum trúnfylgjari og stjórnarleiðari. Við einum kvetti í 1928 gjørdi hann seg til kong saman við táverandi keisarinnuni, einkjuni eftir Menelik. Tá ið hon doyði í 1930 gjørdist hann keisari við heitinum ”konganna kongur”. Var eisini nevndur ”Leyva Etiopiu”.

Haile Selassie royndi seg við ymiskum nýskipanum, ser­­­liga innan undir­­vísing av fólki­num. Í 1924 fekk hann træla­­handil­­in avtiknan. Í 1931 fekk land­ið eina stýrisskipan. Í 1955 var tryggjað fólkinum val­rætt. Uttanríkis­politiskt legði hann dent á samstarv við hini afrikansku londini. Hann spældi ein stóran leiklut við stovnan­ini av Felagsskapinum fyri afrikan­skari Eind. Hann var ofta semingsmaður, tá ið ósemjur vóru millum afrikanskar statir.

 

Italienska hersetingin

Etopia er kent fyri at vera einasta land í Afrika, sum ikki hevur verið undir hjálandaveldi.

Europeisku kolonimaktirnar hava sjálvsagt havt sín áhuga fyri Etopia, og hetta hevur serliga verið galdandi fyri Italia. Teir royndu so tíðliga sum í 1896 at leggja Etiopia undir seg. Men teir møttu mótstøðu og vóru riknir aftur. Tá varð Etiopia eisini viðurkent sum ein eind.

Etiopia hevur tó eina tíð verið hersett av Italia. Mussolini var tá italienskur einaræðisharri. Hann hevði eins og Hitler stór­veldadreymar. Hann tordi tó ikki at leggja á lond í Europa, so hann valdi sær Etiopia, sum hann helt vera eitt lættari offur. Hann fann sær okkurt páskot fyri at hertaka Etiopia í 1935. Keisaran valdi í 1936 at fara í útlegd. Heimssamfelagið gjøgnum Folkenes Forbund, forleyparin til ST, royndi seg við tómum hóttanum um at leggja uppí.

Eftir at Italia var farið uppí 2. veraldarbardaga hjálptu bretar Haile Selassie at taka landið aftur frá italienarum, og keisaran kom heimaftur í 1941. Italienarar vóru ikki stórt mætari valdsharrar enn týskarar. Hetta sást ikki minst, tá ið teir máttu taka seg aftur, og teir nýttu “den brændte jords taktik”. Teir royndu at oyðileggja mest møguligt, áðrenn teir vórðu noyddir av landinum, millum annað við at brenna markirnar og harvið grøðina. Fólk máttu rýma sum fyri lívinum. Og nógv av teimum, sum tað eydnaðist at flýggja undan eldinum, vóru niðurskotin av italienskum her­­monn­um. Har fólk vóru inni í smáttum var eldur settur á tær, so fólkini brendu inni.

Haile Selassie var í 1954 á vitjan í Danmark á eini umferð til ymisk lond.

Dagblaðið hevði eina frá­søgn frá borð­haldinum hjá danska kong­inum Fríðriki 9. fyri keisaranum.

Fríðrikur talaði tá um ta reystu støðu, Haile Selassie tók, tá ið landið var hersett og um, hvussu dúgliga hann virkaði fyri at frígera sítt land.

Haile Selassie svaraði aftur við at tosa um, tá ið Danmark eisini var hersett, og londini høvdu havt somu lagnu. Hann takkaðu Danmark fyri, at tað í Sameindu Tjóðunum hevði samarbeitt við Etiopia og styðjað tess krøv.

Sagt verður eisini í greinini, at Etiopia kundi ikki roknast fyri at vera eitt demokratiskt land í norðurlendskum týdningi. Til tað var fólkið ikki nóg væl upplýst. Men keisarin hevði gjørt nógv fyri at bøta um hesi viðurskifti.

Stýrið hjá Haile Selassie var grundað á hansara persón. Hann helt hondina yvir sína egnu fam­­ilju og aðalin. Hetta skapti mót­­støðu, serliga frá teimum við útbúgving.

Heldur ikki var nóg nógv gjørt fyri at fáa nýhugsan á búnaðar­økinum vegna mótstøðu frá teim­um, sum áttu jørðina.

I 1960 varð gjørd ein miseydn­að roynd at fáa Selassie frá vald­­inum. Hansara nýskapanar­royndir høvdu ikki verið nóg mikið til at fáa steðgað misnøgdini í landinum.

Annars var Haile Selassie amahari og var knýttur at kop­tisku kirkjuni. Hann var sera væl­­­­­­viljaður mótvegis trúboðara­virkseminum í landinum. Hetta var ikki minst tí, at við trúboðara­virkseminum fylgdi eisini skúlar og sjúkrahús, sum tað var so stórur tørvur á. Keisarin var ser­liga vælviljaður móti norð­monn­um. Hann var í útlegd saman við Hákun kongi í London 1940-1941. Teir vóru í somu støðu og komu at kennast.

Haile Selassie varð koyrdur frá í 1974 og doyði í 1975. Hetta fara vit at koma aftur til seinni í hesi frásøgn.

 

Konso – ein annar heimur

Fyrsti partur endaði við, at eg var komin til Konso, har eg skuldi virka. Hetta var 5. oktober 1960. Eg skal greiða eitt sindur frá hes­um plássi, sum eg upplivdi tað tá.

Missiónsstøðin var í eini brekku stutt uttanfyri bygdina Bakaule. Her er frálíkt útsýni, og tú sært fjøllini blána burtur í fjarleikanum. Men annars er her turt og berligt og lítil vøkstur. Tí longdist bæði fólk og fenaður eftir regni. Av tí, at vit vóru í 1600 metra hædd var kortini ikki so heitt. Heitast er frá middegi til nóns. Tá stendur sólin nærum beint yvir høvdinum. Tað vóru tá trý hús á støðini, skúlin, klinikk og sethús hjá okkum útlendingum. Síðan eru komin fleiri hús eins og talið á fólki á støðini er eisini vaksið.

Tað vóru 84 næmingar í skúl­an­um tá, og var hann býttur í tríggj­ar flokkar. Býtt var tó ikki eftir aldri. Børn og vaksin sita lið um lið.

Til klinikkina komu nógv fólk hvønn dag at fáa viðgerð fyri ymsar sjúkur. Tær vanligastu vóru malaria, dysenteri og tropisk sár. Tveir ungir etioparar arbeiddu hjá mær á klinikkini við at geva sproytur og binda um sár. Teir verða róptur dressarar. Eg kundi ynskt okkum eina sjúkrastovu. Ofta vóru sjúklingarnir so ringir, tá ið teir komu, at teir kundu ikki fara avstað aftur beinanvegin. Tá noyddust teir at liggja úti, um pláss ikki var fyri teimum inni. Tað var tó so lýtt at tað bilaði ikki.

Tað komu eini 7-800 fólk til samkomurnar sunnumorgnar. Eingin kirkja var tá, tí sótu øll undir opnum lofti. Nógv gingu langan veg, upp til 4 tímar at koma til hesar gudstænastur. Seinni er kirkja komin.

 

Húsini bygd úr greinum

Konso er eitt rættuliga stórt øki við nógvum bygdum, sum liggja spjaddar á høvdum í lands­lagnum. Økið liggur í 15-2000 metra hædd. Millum høvdir­nar er so flatlendi, har markirnar eru. Fólk høvdu eisini jørð kring húsini, sum tey dyrkaðu, men annars arbeiddu tey á slættunum og tað vóru tímar at ganga.

Tað mesta av jørðini er kørg. Bert á nøkrum av slættunum er jørðin fruktbar. Her verður so eisini dyrkað. Vanligasti reið­skap­urin er slíkur, sum verður brúktur við handamegi. Har tað er meira flatt, nýttu teir oksar at draga ein plógv við einum jarnpíki niðast.

Rundan um hvørja bygd er høgur grótgarður. Hetta er fyrst og fremst fyri at fyri at verja seg ímóti villdjórum og fíggindum. Báðumegin gøturnar inni í bygdini eru eisini grótgarðar. Gøturnar eru so smalar, at fólk mugu ganga gásagongd. Hvørt húski hevur fleiri smáttur, alt eftir sum tey hava ráð til. Eina smáttu sova og matgera tey í. Tey leggja neytaskinn á gólvið til at sova á. Hesi balla tey saman, tá ið tey fara upp.

Allar smáttur eru rundar og bygdar av greinum. Tær verða bygdar omaná steyrar, sum verða settir niður í jørðina. Tær verða vanliga flættaðar, so tær líkjast stórum kurvum. Síðan verða tær tættaðar við leir og mykju, so greinirnar ikki síggjast. Mykja kann brúkast til nógv, eisini til brennievni. Hetta er veikt tilfar og tí er tað, at smátturnar javnan mugu umvælast. Takið á smáttunum gongur upp í ein spíss. Tað er dekkað strái av korni. Ovast í spíssinum verður so sett ein øvugt krukka, so tað ikki skal regna niður.

Dyrnar frá gøtuni inn í túnið eru so lágar, at ein má bukkan seg fyri at sleppa inn. Á sama hátt eru dyrnar lágar inn í hvørja smáttu. Í túninum millum smátt­urnar sita fólk og arbeiða, reinsa bummull, spinna á handsnældu og veva. Hetta gera bæði mann­fólk og konufólk. Men tað er mannfólkaarbeiði at veva.

So leingi tað er turt, er tún­ið millum smátturnar bæði uppi­­haldsrúm og køkur. Her verður matgjørt í einum svørtum leirílati.

 

Fleiri smáttur til somu familju

Eina smáttu nýta tey til korn­goymslu, eina til neyt og seyð o.s.fr. Hvør familja hevur einar tvær kýr, nakrar geitir og nakrar hønur. Hvønn morgun verða kýrnar riknar oman á slætt­an av hálvvaksnum ungdómi, sum ansar eftir teimum allan dagin og tær verða riknar heim aftur á kvøldi. Tá finna tær sjálvar inn á básin. Hetta er eins og í Føroyum fyrr. Kýrnar mjólka sera lítið. Hetta er tí, at tær fáa so lítið av vatni at drekka. Tí er mjólkin so tjúkk og verður mest brúkt til smør, sum verður seld.

Smátturnar at eta í hava ikki aðra innrætting enn flatar steinar at sita á og ein eldstað. Eldurin er einasta ljós í smáttunum. Tað vanliga er eisini at fara til songar, tá ið tað verður myrkt og so upp aftur, tá ið tað lýsnar.

Umframt eru í smáttuni krukkur og kør til at goyma matin í ella til at nýta til matgerðina. Íløtuni eru vanliga útholað græsker. Brotini av teimum kunnu eisini nýtast til onnur endamál sum øsku­bakkar. Rundan um hesar smáttur hjá hvørjum húski eru træsteyrar sum ein gyrðing. Inn­­an hvørja gyrðing eru tískil 5-6 smátt­ur. Tað kunnu vera 16-17 persónar, sum búgva í eini eind. Í eini bygd kunnu vera 20-100 slíkar eindir. Alt tykist at vera væl skipað.

 

Túnatos

Mitt í bygdini eru nakrar størri smáttur, sum standa á træbulum. Hesar verða kallaðar mora. Tær hava tvær hæddir. Í teirri niðaru sita menn í bygdini og tingast um dagsins mál.

Í teirri ovaru búgva búgva teir ungu ógiftu dreingirnir, ofta upp til 30-40 í hvørjari smáttu. Tá ið teir vera stórir flyta teir frá foreldrunum í hesar smáttur, og tá ið teir verða giftir flyta teir til konuna í nýbygdari smáttu. Vanliga eru teir tá framvegis blaðungir.

Í túninum framanfyri hesar smáttur koma fólk saman at práta og hugna sær. Hetta er vanliga eitt runt pláss við steinum, har fólk kann sita niðri.

Seinnapartin kunnu menn í bygd­ini savnast til at spæla tagega, sum tað eitur í konso­máli. Tað minnir eitt sindur um backgammom. ”Brikkarnir” eru smáir steinar. Tað er ógreitt, hvussu nógvir luttaka í sjálvum spælinum, men nógvir hyggja at, fylgja við og hava sínar viðmerkingar til gongdina.

Fólkið er arbeiðssamt. Kemur ein inn í eina bygd í sátíðini, eru øll arbeiðsfør úti á økrunum. Bert børn og gomul fólk eru heima.

Fólkið er fryntligt og blítt, ser­­liga um ein sigur nøkur orð á teirra máli. Konsofólkið hevur sítt egna mál, men hevði ikki skriftmál, tá ið eg kom hagar. Tey eru um 200.000 sum tosað teirra mál. Nú hava tey fingið skriftmál og eisini nýggja testamenti á teirra egna máli. Hetta er stórt framstig.

Tað var ikki nógv av nútímans hentleikum her. Í Konso var tað ein stórhending, tá ið bilur kom fram við. Tá ið vit sóu ella hoyrdu ein bil lupu vit øll út fyri dyr at hyggja, hvør ið nú kemur. Kanska fingu vit post, og tá var frøi á okkum øllum. Vit hoyrdu bilarnar heilar tveir tímar áðrenn teir komu fram.

Menningin í hesum øki hevur gingið sera seint. Tó er nakað hent øll hesi árini, síðan eg kom hagar.

 

Ymisk mál hvør sína megin garðin

Konso er eitt rættuliga stórt øki, har tað búgva um 100.000 fólk. Í Bakaule búði tá um 1.500 fólk. Í landspartinum liva amaharar og konsofólk hvørt um annað. Men tey hildu seg fullkomiliga fyri seg sjálvi.

Í Bakaule búðu amaharar. Teir vóru ráðandi fólkið har. Tað var bert ein grótgarður, sum skilti amaharar og konsofólkið. Hesi fólkini skiltu als ikki hvønn annan.

Tá ið marknaður var komu fólk alla staðni frá, og her bar kortini væl til, hóast fólk ikki kundu skilja hvønn annan.

Á marknaðinum var stórt úrval og stórt virksemi. Ein krukku­seljari kom við einum stórum lessi av krukkum. Ein kvinna, sum vildi selja brenni, kom við tí á bakinum. Her komu vevarar við sínum stoffi, smiðir við knívum og spjótoddum, smørseljarar við krukkum av smøri. Onnur seldu egg og grønmeti.

Kjøtsølan fór fram í eini veru­ligari fesk­kjøtdeild. Her kundi fáast heilt feskt geitakjøt. Kund­arnir hugdu at, meðan geitirnar vóru slaktaðar og sundurlimaðar. Hetta gav trygd fyri feskleikanum, men tað er eisini neyðugt í hesum hitanum, har einki var, sum eitur køliskáp ella frystarí.

Bæði menn og kvinnur ganga í klæðum úr tilfari, sum er gjørt av vevarum á staðnum. Tá ið kvinnurnar skulu pynta seg, lata tær seg í eitt reytt ella blátt høvuðturriklæði, alt eftir dagsins móta, og eina litríka troyggju.

 

Flutningur á bakinum

Eftir vegir og gøtur ganga altíð menniskju, og felags fyri tey er, at tey altíð bera okkurt. Tað er, sum um allur flutningur í Konso verður borin. Menninir bera á akslunum og høvdinum, meðan kvinnurnar bera á bakinum. Men tað eru kvinnurnar, sum bera tyngstu byrðarnar. Tær bera vatn, brennivið, djóraføði og matvørur. Nógvar kvinnur ganga í tímar eftir vatni. Vanliga fara tær við eini tómari krukku á bakinum til eina vatnkeldu og so við fullari krukku heim aftur til bygdina. Vanliga hava tær ein fetil at hava krukkuna í.

Kvinnurnar savna eisini við til brenni. Tá skal eisini gangast langt. Tær savnað ein stóran bunka, sum tær so taka uppá bakið. Hetta er nógv tyngri enn ein kann ímynda sær.

Men hóast tað er strævið eru tær altíð blíðar.

Trúgvin

So er tað trúgvin í hesum økinum. Har eg kom, var fólkið animistar. Tey trúu uppá andar. Eingin hevði fortalt teimum um Jesus. Tey til­­biðja fossar, steinar, slangur og tílíkt. Tá ið tey komu framvið trø, smurdu tey smør uppá træið og løgdu kaffi og annað niðurvið. Tey boyggja seg framyvir og biðja um, at andarnir í trænum vilja leiða tey rætta leið og vera hjá teimum.

Tey óttast nógv, og tað er bert evangellið, sum kann loysa tey frá óttanum. Tey hava so nógvar siður, sum eg eisini kom at kenna frá klinikkini, har eg arbeiddi. Har kom nógv fólk, og tey høvdu allar møguligar sjúkur. Har vóru nógvar barnasjúkur og eygnasjúkur. Smábørnini fingu ofta leyst lív og spýggju. Tá fer øll vætan út úr kroppinum, og so hava tey ta sannføring, at tey endiliga ikki mugu drekka. Tá blívu tey verri, og so doyggja tey.

Ein annar siður er við horna­tonn­un­um í undirmunninum. Um tey halda, at hesar koma fram ov tíðliga, grópa tey tenninir fram við onkrum, sum tey hava fyri hondina, til dømis okkurt petti av jarni. So kemur bruni í, og nógv doyðu av tí. Tá ið tey hava nógvan fepur skóru tey úlvin í hálsinum. Tey kundu tá bæði bløða út ella fáa bruna í sárið, og tey doyðu eisini av tí. So nógv av okkara arbeiði var at siga fólk­­inum, at hetta máttu tey ikki gera, og hvussu ringt hetta var. Tey nikk­aðu og lovaðu, at hetta skuldi ikki verða gjørt aftur. Men tað skuldi meira til enn so. Tey fóru heim og gjørdu júst tað sama aftur.

 

Fekk pening fyri at taka heilivág

Kortini høvdu tey álit á okkum. Eg havi hoyrt um tann fyrsta norska trúboðaran sum kom til Gidole um 50 km norðanfyri Konso, og har kom eg seinni at arbeiða. Hann slapp ikki at geva tann heilivág, sum fólkið hevði brúk fyri, tí tey vóru so rædd. Men so rindaði hann fyrstu sjúklingunum pening fyri at taka heilivágin. Men tá ið tey sóu, at tað hjálpti, var leyst og liðugt.

Hvønn morgun høvdu vit andakt uttanfyri klinikkina. Tá komu nógv fólk. So lósu vit úr Bíbliuni á amarinja, og talaðu Guds orð til teirra. Hetta mál mátti eg so læra meg. Men tað mátti umset­ast til konsomálið. Tað var altíð tørvur á minst einum tolki. Viðhvørt tveimum. Tað kom eisini fyri, at tað var brúk fyri trimum, tí tað vóru jú fólk úr so ymiskum fólkasløgum, sum komu til okkara.

So sungu vit kristnar konso­sangir og bóðu faðirvár. Hetta vóru sangir, teir sjálvir høvdu yrkt. Nógv vóru analfabetar, men hetta var eingin trupulleiki. Sangirnir vóru upp til 35 vers, men tað var eingin trupulleiki at duga teir uttanat.

Klinikkir og skúlar hava verið brúkt sum reiðskap í Guds hond. Summar dagar fór eg út við eini bíbliukvinnu og lærdi tey. Hon var eisini við sum sum tolkur millum konsomálið og amarinja. Vit lærdu tey at seyma og binda eisini og lærdi tey so eisini úr Bíbliuni.

Hjá teimum, sum blivu umvend broyttist lívið. Teirra sjálvsvirði hækkaði. Tey komu í kirkju, og tey fingu hug til at læra onnur um tað, sum tey høvdu upplivað. Tey fóru út í bygdirnar og fortaldu tað, sum tey høvdu hoyrt, og Guds ríki vaks á ein undurfullan hátt.

Tey broyttu eisini medferð. Und­an kristindóminum gingu tey við klæð­um úr skinnum. Tey smurdu seg við smøri, og tað gekk ein ramur roykur at teimum. Men tá ið kristindómurin kom, fóru tey at ganga í bummuls­klæðum, sum tey sjálvi vevaðu og seymaðu.

Eg arbeiddi í Mekane Yesus kirkjuna, sum var ein Luthersk-evangelisk kirkja. Hon var grund­að í 1959, sum eg kom hagar í 1960. Tað vóru bert eini 20-22.000, sum tá hoyrdu til hesa kirkju úr ymiskum pørtum av Suður- og Eysturetiopia. Nú munnu tey vera um 4 milliónir. So her hevur verið ein stór veking.

Tá ið eg kom til Etiopia roknaðu tey við, at triðingurin av fólkinum hoyrdi til ortodoksu, koptisku, kirkjuna. Síðan var roknað við, at animistar vóru ein triðingur og islam ein triðingur. Tað vóru ikki nógvir muslimar i Konso tá, men tað eru tað nú, eins og aðra staðni. Myndugleikarnir vilja fegin hava kristindómin boðaðan, tí hetta kann demma upp fyri islam.

 

Sonurin mátti lata lív fyri at mamman kundi jarðast

Tey eru nógv, sum ikki hava hoyrt gleðiboðskapin. Longri suðuri í landinum hava tey ræðuligar siðir, sum vit illa kunnu ímynda okkum.

Ein siður var, at børn, sum eru fødd í einum ávísum ári í einum sjey ára skeiði, skulu fyribeinast.

Annar siður var, at fær ein mamma eitt barn, meðan fyrra barnið enn er bróstabarn, so mugu bæði børnini lata lív. Við­hvørt varð tað gjørt við fostur­tøku av seinna barninum. Tað er ræðu­ligt. Roynt var at trýsta fostrið úr mammuni við ósigiligari kvøl fyri kvinn­una. Viðhvørt varð barnið føtt til vanliga tíð og síð­­an fyri­beint saman við tí fyrra barninum.

Tey hildu, at um hetta ikki varð gjørt, so fór einki regn at koma, og so fingu tey ongan mat.

Tá ið eitt barn fekk tenn fyrst í yvirmunninum heldur enn undir­munninum, sum er tað vanliga, so var tað eisini ófrættakent, og hesi børn máttu eisini lata lív. Tað var ein mamma, sum fekk ein drong, sum fekk fyrst tenn í yvirmunninum. Mamman pilkaði tenninar út í eini roynd at forða fyri, at hetta skuldi koma fram. Tá ið drongurin gjørdist størri, kom jú hetta tannholið at standa tómt.

Tá drongurin var sjey ára gamal, doyði mamman. Øll vistu, hvat hon hevði gjørt, og tí vildi eingin jarða hana. Vanliga komu øll saman, tá fólk vórðu jarðað. Samfelagið er tætt knýtt í so máta. Men hevur onkur gjørt móti teirra siðum, verða tey ikki jarðað. Tað er eisini stór vanæra ikki at blíva jarðaður. Maðurin og sonurin sótu og grótu uppi yvir líkinum. Bygdarmenninir komu so og søgdu við mannin, at tá ið hon hevði brotið teirra sið­venju, kundu teir ikki jarða hana uttan at taka lívið av dronginum. Hann hoyrdi sjálvsagt hetta og rann avstað. Teir fóru aftaná, fingu hendur á honum og beindu fyri honum. Ikki fyrr enn tá kundu teir jarða hesa mammuna.

Hetta er framvegis siður í fjarskotnum økjum í Etiopia.

Heiðinskapurin kann vera so ræðuligur sum hetta. Summi siga, at tit skulu lata hesi náttúrufólkini fáa frið. “Tit oyðileggja teirra mentan. Tey hava tað so gott og eru so lukkulig”. Men hetta er ikki satt. Tá ið tey gerast kristin broytist alt hetta. Tað er vist, at heiðinskapur gevur ikki fólki frælsi. Sum tað stendur í Jóhs. 8,36: “Fær sonurin gjørt tykkum fríar, verða tit av sonnum fríir”.

 

Tvíburarnir

Árið eftir, at eg kom hagar, í 1961, komu tveir menn, ein pápi og beiggi hansara, við tveimum nýføddum drongja­børnum til klinikk­­ina. Teir søgdu, at mamm­an var deyð í samband við føðingina. Ørindini vóru, um eg ikki vildi taka teir til mín. Hetta vildi eg á ein hátt fegin gera, men tað var ikki lætt. Eg hevði meira enn nokk at gera. Hvussu kundi eg fara at taka tvey børn til mín afturat? Hvat visti eg eisini um fram­tíð­ina? Eisini var eg einsamøll, og hetta gjørdi tað ikki lættari.

Eg spurdi teir tí fyrst av øllum, um teir ikki høvdu roynt at fingið onkran annan at hava teir. Tað søgdu teir seg hava gjørt, men tað var eingin, sum vildi taka sær av teimum. So løgdu teir afturat, at um eg ikki tók teir, so vistu teir ikki, hvussu tað skuldi verða vorðið við teimum. Sjálv visti eg, at tað var nærum tann vissi deyði fyri børnini, um eg lat teir fara avstað aftur við teimum med alla. Tey hava ikki skil fyri at ala upp børn, sum ikki kunnu fáa móðurmjólk. Millum annað, sum tey geva slíkum børnum, er sterk súpan og trátt smør. Tað er greitt, at hetta tola tey ikki í longdini.

Eg gav teimum ymist við sær, sum turrmjólk og fløsku, og eg greiddi frá, hvussu teir skuldu taka sær av dreingjunum.

Hetta var í besta fall ein neyð­loysn. Tey dugdu heldur ikki hetta við reinføri. Fløskurnar liggja og sløðast á moldgólvinum. Hetta fremur bakeriuvøkstur, og tá so smá børn fá hetta í seg fáa tey leyst lív, og tað sum hetta førir við sær.

Eg bað teir fara runt í bygdini at vita um nøkur mamma var, sum nýliga hevði átt barn, og sum kundi geva teimum bróst. So var kanska vón um lív.

Tað vóru eisini onnur odds ímóti dreingjunum. Fyri tað fyrsta var tað óeydna við at vera tvíburur, og so vóru teir eisini orsøkan til at mamman var deyð!

Hesir báðir fóru so avstað aftur, og eg segði, at teir kundu koma aftur um tað var neyðugt. Longu dagin eftir komu teir aftur. Tá sá eg, at skuldi nøkur vón vera um lív hjá dreingjunum, so mátti eg taka teir.

Teir vóru innsmurdir í smøri, og teir høvdu givið dreingjunum trátt smør at eta. Hetta skal eitast fyri at børnini skuldu gerast sterk. Tað ber ikki til at siga, hvussu dreingirnir sóu út tá. Eg tók teir so í Jesu navni. Teir komu so á barnaheim hjá missiónini, tá ið teir vóru tvey ár. Vit høvdu javnan samband. Eg vitjaði teir og teir vitjaðu meg. Frá tí, teir vóru 12 ár, vóru teir hjá mær uttan mun til, hvar eg arbeiddi.

Teir vórðu doyptir á sunnudags­gudstænastuni nýggjársaftan 1961. Hetta hendi úti, tí enn var eingin kirkja komin. Eg gav teim­um nøvnini Jákup og Jóhannes.

Teir gjørdust tá beinanvegin ein partur av samleikanum hjá gøtufólki og serliga børnunum. Øll fylgdu spent við, eisini í sunnu­dags­skúlanum, hvussu tað gekk hjá hesum báðum gøtu­dreingjunum, sum nú eisini búgva í Gøtu saman við teirra familjum.

 

 

 

 

Komandi partur

Í komandi parti fer Elsa at greiða meira frá umstøðunum í Konso og um sítt virki fyri fólkið á staðnum. Her verður greitt meira frá dagliglívi og siðum.

 

Rættingar

Í fyrsta partinum vóru nakrir skeivleikar i myndatekstunum:

1.

Myndin á seinastu síðu var ikki av Magnus, abba Elsu, men av Peri, ommubeiggjanum.

2.

Elsa helt sunnudagsskúla í Bethania í Gøtu, ikki Emmaus.

3.

Í myndatekstinum til myndina av sjúkrasystraholdinum hjá Elsu, skal hesin rættast til, at Elsa Højgaard var av Húsum. Har tað sendur Aslaug Næss, skal standa Osla Næs