Tann 28. mars fylti Elsa Olsen í Klaksvík 85 ár. Hon er dóttir Cathrinu Christiansen av Kirkju og Michael Lamhauge úr Lamba. Cathrina og Michael bygdu fast í sunnara enda í Trøllagili á Uppsølum í Klaksvík, og har kom Elsa at slíta sínar barnaskógvar. <DPTAB> Elsa er væl fyri, og hvønn morgun ger hon kaffi til tey, sum detta inn á gólvið. Og hendir tað seg ein morgun, at eingin kemur, so ringir hon eftir onkrum av ommubørnum sínum. <DPTAB> Í 1939 giftist Elsa við Hans Olsen av Tvøroyri. Tey fingu børnini, Steinvør, Michael, Onnu Elisabeth, Katrin og Sørmund. <DPTAB> Elsa sigur sjálv, at hon er signað við trimum gávum, góðum matarlysti, góðum svøvngávum og børnum og ommubørnum, sum eru sera góð við hana.