Foreldur Elsebeth vóru húsmóðir Elsa Holm fødd Larsen av Oyrarbakka og skipari Alfred Holm úr Vági. Elsebeth er gift við Eivindi Magnussen úr Vági, hvørs foreldur, Marin og Hans, bæði vóru úr Fámjin. Elsebeth og Eivind áttu eisini hús í Fámjin og búðu har eitt skifti.
Elsebeth og Eivind vóru fleiri ár í Grønlandi og fingu har vinfólk fyri lívið. Har varð eisini dótturin Annbritt fødd. Sonurin Marner varð føddur, áðrenn tey fóru til Grønlands. Í Grønlandi byrjaði Elsebeth at ganga á læraraskúla, og eisini eina tíð eftir at tey vóru komin til Danmarkar, gekk hon á Vordingborg Seminarium.
Burturi gott, men heima best, og tí dróg hugurin tey heim aftur á klettarnar, og her gjørdi Elsebeth seg lidnan við sín lesnaða til lærara á Føroya Læraraskúla í 1977.
Elsebeth bleiv lærari á Eysturskúlanum í Havn og var har í eitt ár. Síðani varð Elsebeth sett sum lærari í heimbygdini Vági og er har enn. Síðsta ár bleiv hon sett sum varaskúlastjóri við Vágs skúla. Elsebeth hevur verið á ymiskum skeiðum, og í 1990-91 var hon á skeið á Danmarkslæraraháskúla. Hon hevur eisini útbúgving sum skúlavegleiðari.
Elsebeth er ein virkin og dugnalig kvinna. Tað liggur væl fyri at seyma og ikki minst at binda, so mong ein troyggjan hevur fløvað mangan. Elsebeth er eisini sera virkin innan Brøðrasamkomuna í Vági, bæði hvat viðvíkur at halda sunnudagsskúla og við sínaru vøkru og kláru sangrødd at vera stuðul í sangkórinum.
Vit eru 4 systrar og hevur sambandið okkara millum altíð verið sera gott, og tí var tað ein stór gleði fyri meg, at hon kom at búgva her í Vági. Elsta systur okkara Jona býr í Køge og yngsta systurin Majbritt býr á Oyri. Umframt okkum 4 systrar eru 3 brøður, Óli, Julius og Magnus, sum allir búgva í Vági.
Elsebeth og Eivind eiga 4 ommu- og abbabørn. Marner er giftur við Anniku, og eiga tey tvær døtur, onnur eitur Elsebeth eftir ommuni og hin Jonna eftir hinari ommuni. Annbritt er gift kiropraktor Finn Johannesen og eiga tey Samuel og Joennu.
Nú komandi leygardag kl.11 heldur Elsebeth føðingardagin í Stóra Pakkhúsi í Vági, og gleða vit okkum øll til at hátíðarhalda dagin saman við henni.
Góða systur, takk fyri alt og hjartaliga til lukku við 60 ára føðingardegnum.
Marna