Anna er úr Havn, foreldrini vóru Sofía og Jákup Mørkøre, mamman úr Kollafirði og pápin úr Leirvík.
Hon giftist við Símun Asham úr Havn, sum hevði Askhams Smiðju í Lítluvík saman við brøðrunum Tórsteini og Archibald.
Anna og Símun fingu átta børn, har tvey av teimum doyðu sum smá. Hini seks børnini eru: Bergtóra, ið er gift við John Justinussen úr Havn, og býr í Havn, Torleif, ið er giftur við Marjun Gøthe úr Norðragøtu, tey búgva í Løgstør í Danmark, Svenn, ið er giftur við Elin Beder úr Vági, og býr í Havn, Sonja, ið er gift við Róki Dalsgaard úr Skálavík, og býr í Havn, Martha, ið er gift við Hans David Johansen, og býr á Strondum, og Johannes Juul, ið er giftur við Gunnvá Nolsøe úr Vági, og býr í Havn.
Anna hevði sera gott handalag, hon hevur prógv frá Kunstflidsskolen, og hon hevur t.d. seymað fløgg fyri ítróttarfeløg og hópin av øðrum pløggum. Sum ung tók hon nógvar myndir, sum hon framkallaði sjálv. Alt hetta gjørdi hon hóast hon hevði stórt hús at passa og ikki minst at vaska klæðir hjá manni og synum, sum teir flestu vóru maskin- og smiðumenn.
Føðingardagurin verður hildin á Ellisheiminum 5. mars millum kl. 16.00 og 19.00.