Elsti føroyingur deyður

Elsti føroyingur, búgvandi í Danmark, andaðist leygardagin. Jóhannes Tauser, ættaður av Eiði, náddi 105 ára aldur 23. februar í fjør. Hevði hann fingið 42 dagar afturat, so hevði hann nátt tey 106 árini næsta mánað.

Jóhannes flutti av Eiði til Havnar sum ungur maður, men í 1959 flutti hann við konu síni, Elin, til Helsingør, har hann hevur búð í egnari íbúð til nú hann doyði. Jóhannes Tauser var mettur av døgum, nú hann legði frá sær. At hann legði frá sær, kunnu vit av sonnum siga, tí millum jól og nýggjár knoðaði hann deiggj, sum dótturin skuldi nýta til bakstur, og mikudagin sæt hann i songini og rippaði húkar, og fríggjadagin sæt hann í songini og hjálpti dótturini at leggja klæðir saman. Jóhannes kom aldri á eitt heim at búgva. Hann eigur tvær døtur í býnum, og tær hava verið um hann hvønn dag. Dótturin, Jenny, sigur, at pápin var klárur til tað seinasta og at hann flutti friðfullur og óttaleysur her frá.


Jarðarferðin verður leygardagin 19. januar kl.12.30 úr kappellinum í Helsingør kirkegaard. Eftir jarðarferðina verður bjóðað til ervið í hølunum hjá Frelsunarherinum í Helsingør, har høvið verður at heilsa uppá familjuna og at bera eina heilsu fram, um ein ynskir tað.