- Eg kann ikki ímynda mær nakrar betri fjepparar. Orðini eigur føroyski landsliðsvenjarin, Peter Bredsdorff-Larsen í stuttari viðmerking til stóra týska ítróttarmiðilin, Kicker aftaná ógloymandi 26-26 javnleikin móti Noregi í Mercedes Benz Arena í Berlin.
- Okkarar fjepparar, hvør einasti av teimum hava longu vunnið eitt heiðursmerkið, staðfestir Peter Bredsdorff-Larsen.
Í stuttari viðmerking til Kicker segði Hákun West av Teigum: - Hatta eru teir bestu fjeppararnir eg nakrantíð havi sæð ella hoyrt.
- Okkara fjepparar eru ótrúligir. Uttan tey hevði einki av hesum verið møguligt. Tey hava uppiborið eina stóra tøkk fyri alt, ið tey hava givið okkum hesar seinastu dagarnar. Sigur ein takksamur Elias Ellefsen á Skipagøtu við Kicker.
Norski spælskiparin, Christian O´Sullivan, ið spælir við SC Magdeburg í bundesliguni var eisini ógvuliga hugtikin av róminum í Mercedes Benz Arena: - Hetta var veruliga fantastiskt. Tað var stuttligt at spæla her í dag. Óannsæð um fjeppararnir heppaðu á okkum ella á mótstøðuliðið. Hetta er tað vit vilja síggja í hondbólti. Sigur Christian O´Sullivan í viðmerking til Kicker.