Danska manslandsliðið í hondbólti hevði yvir 18.000 áskoðarar ímóti sær í Lanxess Arena í Köln, tá teir spældu EM-hálvfinalu móti týsku vertunum.
Í fyrra hálvleiki var Týskland omaná, og vóru vertirnir á odda 14-12 í steðginum. Danmark var tó greitt betra liðið í seinna hálvleiki, og endin var, at Danmark vann 29-26.
Emil Nielsen (myndin) stóð aftur framúr væl í danska málinum í seinna hálvleiki, og bjargaði 42,1 prosent av týsku málroyndunum.
Jóhan á Plógv Hansen var ikki við í danska hópinum í kvøld.
Danmark spælir EM-finalu móti Fraklandi í Köln klokkan 16.45 sunnudagin. Sama seinnapart klokkan 14 spæla Týskland og Svøríki bronsudyst.
Týskland - Danmark 26-29 (14-12)
Týskland: Renars Uscins 5, Juri Knorr 4, Johannes Golla 3, Sebastian Heymann 3, Rune Dahmke 3, Julian Koster 2, Philipp Weber 2, Christoph Steinert 2, Lukas Zerbe 1, Jannik Kohlbacher 1.
Danmark: Emil Jakobsen 5, Mikkel Hansen 5, Simon Pytlick 5, Simon Hald Jensen 4, Mathias Gidsel 4, Niclas Kirkeløkke 3, Magnus Landin 2, Rasmus Lauge 1.