EM: Danmark skal aftur á vøllin

EM 2020: Tað verða tríggir dystir í dag. Stóri dysturin er millum Danmark og Belgia

Tað er eftur nógvur EM-fótbóltur í dag. Tveir dystir verða í bólki C, og ein verður í bólki B. Í bólki C spæla  Ukreina og Norðurmakedónia klokkan 14.00, og í kvøld klokkan 20 spæla Holland og Eysturríki.

 

Stóri dysturin í dag verður klokkan 17, tá Danmrk tekur móti Belgia í Parkini í Keypmannahavn. Belgiski áleyparin og liðfelagin hjá Christian Eriksen í Inter Milan, Romelu Lukaku, heur boðað frá, at Belgia fer at sparka bóltin av vøllinum, tá tíggju minuttir eru spælir. Hetta fyri at klappa og heiðra Christian Eriksen, ið liggur á sjúkrahúsinum.

 

Ítróttarliga er trýst á Danmark at fáa stig. Óvæntaði ósigurin fyri Finnlandi ger at Danmark má helst fáa fýra stig í dystunum móti Belgia og Russlandi. Tað verður óvia stórur áhugi fyri dystinum, sum verður í Parkini frammanfyri 25.000 áskoðarum.

 

Belgia hevur Axel Witsel tøkan aftur, men hann hevur ikki spælt síðani januar. Kevin De Bruyne venur aftur, eftir at hann fekk ein skaða í andlitið í Champions League finaluni. Belgia verður tó uttan Timothy Castagne, ið fekk ein álvarsligan skaða í fyrsta umfarinum.

 

Bólkur B:

 

Danmark – Belgia (17.00)

 

Dómari: Björn Kuipers (Holland)

 

Leikvøllur: Parkin, (Keypmannahavn, Danmark)

 

Danmark (3-4-3): Schmeichel - Kjær, Christensen, Vestergaard - Wass, Højbjerg, Delaney, Mæhle - Skov Olsen, Poulsen, Braithwaite

 

Belgia (3-4-3): Courtois - Alderweireld, Boyata, Vertonghen - Meunier, Dendoncker, Tielemans, T. Hazard - Mertens, Lukaku, Carrasco

 

Støðan:

 

1. Belgia 3

 

2. Russland 3

 

3. Finnland 3

 

4. Danmark 0

 

Bólkur C:

Her verða tveir dystir. Ukreina fekk einki fyri stríðið móti Hollandi í fyrsta umfari, men teir vísti ríkiligt av góðum spæli til at vinna á Norðurmakedónia. Holland og Eysturríki hava trý stig og ein javnleikur gangar báðum.

 

Ukreina – Norðurmakedónia (14.00)

 

Dómari: Fernando Andres Rapallini (Argentina)

 

Spillested: Arena Națională (Bukarest, Rumenia)

 

Ukraine (4-3-3): Bushchan - Karavayev, Zabarnyi, Matviyenko, Mykolenko - Malinovskiy, Sydorchuk, Zinchenko - Yarmolenko, Yaremchuk, Shaparenko

 

Nordmakedonien (3-5-2): Dimitrievski - Ristovski, Velkovski, Musliu - Nikolov, Bardhi, Ademi, Elmas, Alioski - Pandev, Trajkovski

 

 

 

Holland – Eysturríki (20.00)

 

Dómari: Orel Grinfeeld (Ísrael)

 

Leikvøllur: Johan Cruijff ArenA (Amsterdam, Holland)

 

Holland: Stekelenburg; Dumfries, De Ligt, De Vrij, Blind, Wijndal; F de Jong, De Roon, Wijnaldum; Depay, Weghorst

 

Eysturríki: Bachmann; Lienhart, Alaba, Hinteregger; Lainer, Laimer, Sabitzer, Grillitsch, Ulmer; Baumgartner, Kalajdzic

 

Støðan:

 

1. Eysturríki 3

 

2. Holland 3

 

3. Ukreina 0

 

4. Norðurmakedónia 0