EM: Dreingirnir til Portugal og Kroatia

Nú er greitt, hvørjum U17- og U19-landsliðini við dreingjum skulu spæla ímóti í EM-undankappingunum sum vera komandi ár, skrivar FSF

Mynd: (FSF)

Nú er greitt, hvørjum U17- og U19-landsliðini við dreingjum skulu spæla ímóti í EM-undankappingunum sum vera komandi ár, skrivar FSF. Mikudagin var lutakast um, hvørjum U17- og U19-landsliðini við dreingjum skulu spæla ímóti í komandi EM-undankappingum, sum báðar vera í november mánað komandi ár.

 

U17-dreingirnir komu í bólk saman við Portugal, sum eisini vera vertir fyri kappingini, og Slovenia og Kasakstan. Dystirnir vera spældir 16., 19. og 22. november.

 

Hjá U19-landsliðnum háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk saman við Kroatia, Ísrael og Finnlandi. Kroatar vera vertir fyri kappingini, og har eru leikdagarnar júst teir somu sum hjá U17-dreingjunum.

 

Mynd: (FSF)