Hálvleikur er í fyrsta søguliga EM-endaspælsdystinum hjá føroysku hondbóltskvinnunum í Sankt Jacobshøllini í Basel í Sveis.
Føroyar eru aftanfyri 7-13 móti Sveis í steðginum.
Verjuspælið hevur verið góðkent, og Annika Fríðheim Petersen hevur staðið væl í málinum.
Men tekniskar villur og brendir málmøguleikar hava kostað dýrt í álopsspælinum. Føroyar hava skorað upp á sjey av 16 málroyndum. Sveis hevur skorað upp á 13 av 24 málroyndum.
- Tær mangla eld í eygunum. Soleiðis málber viðmerkjarin hjá KVF, Ingi Olsen m.a. aftaná fyrri hálvleikur var lokin.
Málskjúttar: Turið Arge Samuelsen 2/3, Elsa Egholm 1/1, Pernille Brandenborg 1/2, Maria P. Nólsoy 1/2, Lív S. Poulsen 1/2, Jana Mittún 1/3.
Bjargingar: Annika Fríðheim Petersen 8/18, Rakul S. Wardum 0/2.