Í kvøld klokkan 19 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti ein sera týðandi EM-undankappingardyst móti Íslandi við Tjarnir.
KVF vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Í bólki 4 ríður um snarið aftaná fýra umfør. Montenegro er fremst við seks stigum. Føroyar og Portugal hava fýra stig hvør, meðan Ísland er aftast við tveimum stigum.
Við sigri ella javnleiki í kvøld taka Føroyar eitt stórt stig móti EM-endaspælinum, ið verður leikt í Póllandi, Kekkia, Rumenia, Slovakia og Turkalandi, dagarnar millum 3. og 20. desember.
Tapa Føroyar við einum máli er okkara betri innanhýsis, tí 15. oktober í fjør vunnu Føroyar á útivølli 24-22 á Íslandi. Føroyar hava eisini fyrimunin at vera betri innanhýsis móti Portugal. Men tá er sjálvandi týdningarmikið, at bólkafavorittarnir, Montenegro vinna á Portugal í kvøld.
Altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin við Tjarnir í kvøld hava Føroyar í favorittleiklutinum.
Oddsini upp á føroyskan heimasigur liggja millum 1,48 og 1,67.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 7,80 og 10,50.
Oddsini upp á íslendskan útisigur liggja millum 2,72 og 3,10.
HER eru oddsini:
##med2##











