(EM) Handbollskanalen: Føroyar fara at vinna seg til fleiri endaspøl

Stóri svenski hondbóltsmiðilin, Handbollskanalen hevur eisini góð orð at bera føroyska manslandsliðnum

- Tvey tepur tap og eitt hetjukent og søguligt stig móti Noregi. Føroyar hava tikið øll á bóli undir EM-endaspælinum, men mugu saman við 5.000 føroyskum fjepparum ferðast heim áðrenn millumumfarið byrjar. Men tey kunnu vera veruliga errin av tí tey hava útint. 

 

Soleiðis skrivar Ola Selby, journalistur hjá stóra svenska hondbóltsmiðlinum, Handbollskanalen. 

 

- Eg eri vísur í, at Føroyar fara at vinna seg til endaspøl í komandi tíðum. Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum eru bara 21 ára gamlir, og Óli Mittún er ikki meir enn 18 ára gamal. Kenslan er, at Føroyar mangla bert ein klassaleikarar aftrat fyri at vinna seg víðari til millumumfarið í einum endaspæli. Kanska tað hendir heldur fyrr enn seinni. Skrivar Ola Selby hjá Handbollskanalen. 

 

Danska tíðindastovan, Ritzau skrivar: - Triðja dystin á rað var uppbakningurin frá teimum 5.000 føroysku áskoðarunum framúr góður. Hetta er ikki seinastu ferð, at vit fara at uppliva teir orkufullu føroysku leikararnar og áskoðararnar til eitt endaspæl. Skrivar Ritzau.