EM: Kylian Mbappe stríðist við ein rygskaða

Í Fraklandi halda tey ondini bert átta dagar undan fyrsta EM-dystinum hjá Fraklandi

Frakland er millum favorittarnar at vinna EM-endaspælið í Týsklandi.

 

Men nú er vandi fyri, at favorittstøðan hjá Fraklandi fer at minka betraktiliga.

 

Franski ítróttarmiðlar skriva, at tann stóra álopsstjørnan, Kylian Mbappé er darvaður av einum rygskaða, og hann verður ringur at vera fyri uttan hjá Fraklandi undir EM-endaspælinum.

 

Sambært miðlunum, L’Équipe og RMC Sport hevur hesin rygskaðin elvt til, at Kylian Mbappé hevur ikki vant við franska EM-hópinum seinastu dagarnar. Læknaliðið hjá franska landsliðshópinum vil ikki taka nakran váða.

 

Klokkan 20.15 í kvøld spælir Frakland venjingardyst móti Kanada í Bordeaux. Tað verður væntandi uttan Kylian Mbappé.

 

Kylian Mbappé hevur átt sín stóra lut í, at Frakland vann HM-gull í 2018 og HM-silvur í 2022. 25 ára gamli, Kylian Mbappe hevur skotið 47 mál í 78 landsdystum fyri Frakland.

 

Mánakvøldið 17. juni klokkan 19 spælir Frakland fyrsta dystin í innleiðandi bólkaspælinum móti Eysturríki. Hini liðini í bólkinum eru Niðurlond og Póland.