EM-landsliðið til reiðar

Føroyameistararnir úr SÍ eiga flestu spælararnar á liðnum, sum um góða viku skal spæla EM-undankapping á heimavølli

Flogbóltur

 

Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti skal í næstum undir EM-undankappingardystir sínar. Seinastu vikurnar hava nógvar venjingar verið á skránni, og nú er greitt, hvørjar tær 12 eru, sum skulu umboða Føroyar.

Niklas Joensen og Magnus Tausen, vnejarar, hava úttikið Anna Maria M. Kruse, ÍF, Annika á Stongum, SÍ, Birgit Guttesen, SÍ, Birita Joensen, KÍF, Helen á Lakjuni Jacobsen, ÍF, Helga Guttesen, SÍ, Karin Mikkelsen, SÍ, Kate Kalsø, Mjølnir, Margit G. Joensen, Mjølnir, Ruth Thomassen, Dráttur, Sólgerð Henriksen, Dráttur, Sólva Dimon, TB

Sostatt er SÍ tað felagið sum er best umboða á landsliðnum við 4 leikarum, meðan ÍF, Dráttur og Mjølnir hava hvør sínar 2 leikarar við. KÍF og TB hava hvør sín.

Landsliðið hevur sínar seinastu venjingar komandi vikuskifti í Havn, áðrenn liðið flytur inn á Hotel Føroyar hósdagin í komandi viku, tá Írland, Luxembourg, Liktenstein og Skotland koma til landið við Atlantic Airways.

Tey bæði fremstu liðini í undankappingini koma víðari til eitt endaumfar, sum verður spælt í Luxermburg komandi ár.