BRIDGE
Føroysku bridgelandsliðini ? opið lið og kvinnulið ? vóru í Gråsten í Danmark um páskirnar, har tey spældu við í einari venjingarkapping. Hini londini vóru Danmark, Svøríki og Týskland. Farið var til kappingina við tí fyri eyga at fáa eitt sindur av dystarvenjing móti sterkari mótstøðu ? nakað sum undanfarin føroysk landslið altíð hava manglað undan teimum stóru kappingunum. Úrslitini kundu kanska verið eitt sindur betri, vit vunnu bara ein dyst av 12, og tað var sum ikki einaferð vertirnir úr Danmark, ið máttu lúta fyri føroyingum.
Í Gråsten møttu vit avbera stórum blíðskapi. Øll búðu vit privat hjá spælarunum har í býnum. Ikki er óhugsandi, at vit í framtíðini kundu fingið eitt mennandi og varandi vinarsamstarv millum føroyskar bridgespælarar og Gråsten.
Endaligu úrslitini frá altjóða kappingini í Gråsten:
Opið rað:
1. Týskland106
2. Svøríki86
3. Danmark I82
4. Danmark II79
5. Føroyar I66
6. Føroyar II20
Kvinnurað:
1. Danmark63
2. Svøríki45
3. Týskland42
4. Føroyar28
Liðini eru sett
Ferðin í Danmark eydnaðist kanska betri enn væntað. Fyrst og fremst fingu vit høvi at royna okkum móti sterkari leikarum, men vit fingu eisini vant okkum við at spæla við skermum, sledum o.t. Hetta er nakað, sum vit ikki eru von við her heima, men sum verður nýtt í øllum altjóða kappingum ? avgjørt ein góð barlast at hava við sær til Italia í summar. Kappingin var nevniliga ein liður í venjingini fram móti EM í Salsomaggiore, Italia.
Beint eftir kappingina varð liðið sett, ið skal leika í opnum rað. Leikararnir eru hesir:
Jóannes Mouritsen, 35 ár, stjóri, býr í Havn. Hevur føroysku landsliðsrekordina fyri leiktar dystir, 52 í tali. Var fyrstu ferð á landsliðnum til NM í Ísland 1988, bara 21 ára gamal. Makkari við Heðin.
Heðin Mouritsen, 35 ár, bilstjóri, býr í Havn, hevur leikt 22 landsdystir.
Bogi Simonsen, 28 ár, sølustjóri, býr í Havn, hevur leikt 33 landsdystir. Makkari við Róa.
Rói á Rógvu Joensen, 32 ár, skrivstovumaður, býr í Havn, hevur leikt 12 landsdystir.
Hans Jacob Petersen, 49 ár, skrivstovumaður, kollfirðingur men býr í Havn, hevur leikt 9 landsdystir. Makkari við Arnbjørn.
Arnbjørn Sivertsen, 45 ár, lærari, býr í Havn, hevur leikt 9 landsdystir.
Kvinnuliðið var longu sett, áðrenn farið var til Danmarkar. Hesar fyrstu kvinnurnar, ið skulu umboða Føroyar í EM kapping, eru:
Jóna Grunnveit, 39 ár, leiðari, hon kemur upprunaliga úr Vík men býr í Havn. Jóna spældi við á kvinnuliðnum í NM í Íslandi í fjør summar, og er nú makkari við Majken.
Majken Johansen, 44 ár, dómari, býr í Danmark. Hetta er fyrstu ferð hon er á landsliðnum.
Arnleyg Eikholm Mikkelsen, 52 ár, sjúkrasystir, býr í Hoyvík. Arnleyg var eisini við í Íslandi í fjør og er makkari við Marjun.
Marjun Restorff, 44 ár, sjúkrasystir, býr í Hoyvík. Veteranurin á kvinnusíðuni, hevur verið við á øllum føroysku kvinnulandsliðum higartil.
Laila Danielsen, 36 ár, sjúkrasystir, býr í Havn, spældi sín fyrsta landsdyst í Gråsten. Makkari við Mariu.
Maria Christiansen, 36 ár, lærari, býr í Havn, fekk eisini sín debut í Gråsten.
Venjari og NPC (ikki spælandi liðskipari) hjá báðum liðunum er Svend Novrup. Hjálparvenjarar hjá ávikavist opna liðnum og kvinnuliðnum eru Finn Ougaard og Mortan Rasmussen.
Eitt løgið spæl: (set board við)
A987653
K106
-
Q87
10J
AJ874Q9532
AQJ761082
4KJ543
KQ42
-
K953
A10962
Í hesum spælinum hendi eitt sindur av hvørjum. Í dystinum millum Føroyar 2 og Týskland gingu meldini soleiðis í lokaðum rúmi:
VNES
SivertsenBuchlevPetersenSchillart
-3sppass6sp
passpasspass
Tá Vestan skuldi melda, kundi hann byrja á 7 trininum, og tað hevði loyst seg at offrað í 7hj. Hann fer einans tríggjar niður, sum duplað kostar 500. Nei, valið stóð millum at dupla ella melda pass. Neyvan vóru 6sp meint sum eitt sperrimeld, og var týskarin vorðin óður í høvdinum, straffaði hetta meldið seg helst sjálvt.
Einasta stikk, ið mótspælið fekk var klK. Eystan spældi trumf út. Gott útspæl, men einki hjálpti. Norðan kundi trumfa tríggjar hjartarar á borðinum og síðan dupultklípa í kleyvara, 1430 til Týskland. Í opna rúminum meldaðu og vunnu Árant Berjastein og Magni Jøkladal eisini 6sp. Her duplaði týskarin, vit fingu 1660 og vunnu nøkur IMP uppá ikki at dupla!
Hjá hinum føroyska liðnum, sum í kappingini annars stóð seg betri, gekk minni væl í júst hesum spælinum. Við tað eina borðið gingu meldini soleiðis:
VNES
J.MouritsenBruunH.MouritsenBlakset
-2sppass2ut
D3sppass4sp
4utpass5kl5sp
Dpasspasspass
Danirnir funnu ikki slemmin. Men eingin kann siga Jóannes ringan fyri at stríðast hart og leingi við Vestan-hondini. 5sp duplaðir +6 gav 1050 til NS, so um nú Rói og Bogi høvdu meldað slemmin, fóru 10 IMP okkara veg. Men teir komu tíverri í 7sp, sum mátti ein niður, og danir fóru avstað við heili 15 IMP´s í hesum spælinum. Kanska fara hesi svingini onkuntíð at falla til okkara fyrimun ? hvør veit?
Til kapping í Bonn
Føroyska landsliðið í opna raðnum er boðið til stóra landsliðskapping í Bonn 7. til 9. mai. FBS hevur tikið av innbjóðingini, og teir, ið fara avstað saman við Svend Novrup, venjara, eru Heðin Mouritsen, Jóannes Mouritsen, Hans Jacob Petersen og Arnbjørn Sivertsen.