EM: Norðurlondini í eldin í dag (Støða, skrá og stroyming)

Ísland, Svøríki og Norra spæla lykladystir í høvuðsumfarinum í EM í manshondbólti - Síggj dystirnar beinleiðis her

Í dag er annar dagur í høvuðsumfarinum í EM í manshondbólti.

Í gjár legði bólkur 1 fyri, har Kroatia og Spania varðveittu favorittleiklutin, meðan Týskland hekk í hálvfinalustŕíðnum.

Sí eisini:

Kroatia, Spania og Týskland vunnu greiðar sigrar

Í dag eigur bólkur 2 - ella norðurlendski bólkurin - tørn.

Har stríðast Norra, Svøríki og Ísland við Slovenia, Ungarn og Portugal um tey bæði hálvfinaluplássini.

Norra hevur longu tvey stig fyri sín sigur á Portugal, og kann við sigri á Ungarn - sum framvegis ikki hevur tapt ein dyst - taka eitt stórt fet ímóti hálvfinaluni.

Fyri Svøríki og Ísland er kravið greitt: Alt annað enn sigur ímóti ávikavist Portugal og Slovenia fer at gera seg inn á vónirnar um hálvfinalur. Sí stigatalvu niðanfyri:

Støðan í høvuðsumfarinum (tvær tær fremstu tjóðirnar í hvørjum bólki spæla seg í hálvfinalurnar)

Bólkur 1DystirMálmunurStig
Spania2134
Kroatia2124
Týskland212
Eysturríki2-12
Kekkia2-90
Hvítarussland2-160
Bólkur 2DystirMálmunurStig
Norra162
Ungarn162
Slovenia122
Svøríki1-20
Portugal1-60
Ísland1-60

Dagsins skrá og stroyming (trýst á dystirnar fyri beinleiðis stroyming hjá Evropiska hondbóltssambandinum)

Klokkan 15.00: Ísland - Slovenia

Klokkan 17.15: Norra - Ungarn

Klokkan 19.30: Svøríki - Portugal