Tað eydnaðist Slovenia aftaná tvey tap á rað at vinna næstseinasta dystin í EM-millumbólki 2 í Hamburg.
Slovenia vann 37-34 á Niðurlondum. Í fyrra hálvleiki gekk framúr væl hjá slovenum, ið vóru á odda 19-13 í steðginum.
Danmark er fremst í millumbólki 2 við seks stigum. Svøríki, Portugal og Slovenia hava fýra stig hvør. Noreg hevur tvey stig, meðan Niðurlond eru aftast við ongum stigi.
Niels Verteijnen hjá Niðurlondum gjørdist dagsins maður í dystinum móti Slovenia. Hann skoraði heili 15 mál.
Klokkan 17 spæla Svøríki og Portugal, og klokkan 19.30 spæla Danmark og Noreg.
Slovenia - Niðurlond 37-34 (19-13)
Slovenia : Nejc Cehte 6, Kristjan Horzen 6, Gasper Marguc 6, Aleks Vlah 5, Miha Zarabec 4, Stas Jovicic 3, Borut Mackovsek 3, Tilen Kodrin 3, Jure Dolenec 1.
Niðurlond : Niels Verteijnen 15, Luc Steins 6, Kaj Geenen 4, Lars Kooij 3, Rutger Ten Velde 2, Dani Wog 2, Bobby Schagen 1, Ivar Stavast 1.
23/1 klokkan 14:30: Niðurlond-Portugal
23/1 klokkan 17.00: Slovenia-Danmark
23/1 klokkan 19.30: Noreg-Svøríki