EM: Ungarn vann dystin um fimta plássið

Ungarn fekk sína bestu EM-endastøðu nakrantíð við at tryggja sær fimta plássið í EM-endaspælinum í Týsklandi

Tíðliga seinnapartin var dysturin um fimta plássið í EM-endaspælinum í manshondbólti í Týsklandi.

 

Ungarn og Slovenia spældu um fimta plássið í Lanxess Arena í Köln.

 

Ungarn vann ein tepran 23-22 sigur. Í steðginum var Slovenia á odda 13-12.

 

Talan er um bestu endastøðu nakrantíð hjá Ungarn í einum EM-endaspæli. Í 1998 gjørdist Ungarn nummar seks í einum EM-endaspæli.

 

Ungarn - Slovenia 23-22 (12-13)

 

Ungarn : Bence Banhidi 5, Mate Lekai 5, Bendeguz  Boka 4, Zoran Ilic 3, Miklos Rosta 1, Gergo Fazekas 2, Bence Imre 2, Richard Bodo 1. 

 

Slovenia : Blaz Blagotinsek 4, Miha Zarabec 4, Aleks Vlah 4, Borut Mackovsek 3, Jure Dolenec 3, Matic Suholeznik 2, Dean Bombac 1, Gasper Marguc 1.