Embætisfólk samráðast um Skipaeftirlit

Politisk semja er fingin í lag við danir um, at Skipaeftirlitið skal undir føroyskt málsræði. Tí eru yvirtøkusamráðingarnar nú komnar niður á embætisstøði. Í gjár fóru føroysk embætisfólk til Danmarkar at samráðast um praktisk og lógarteknisk viðurskifti viðvíkjandi yvirtøkuni

 

Føroyingar sleppa at yvirtaka Skipaeftirlitið við hjálp frá dønum.

Hetta lyftið hevur Jørgen Niclassen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fingið frá danska vinnumálaráðharranum, Ole Stavad, sum varar av Skipaeftirlitinum.

Og tí eru føroyski landsstýrismaðurin og danski ráðharrin vorðnir samdir um, at tað ikki longur er neyðugt hjá teimum báðum beinleis at taka lut í samráðingunum um yvirtøkuna. Í staðin skulu embætisfólk hjá báðum pørtum fáa greiðu á praktisku og lógarteknisku viðurskiftunum, ið fylgja við yvirtøkuni av Skipaeftirlitinum.


Arbeiða við fullum seglum

Mikudagin fóru embætisfólk úr Fiskimálastýrinum til Danmarkar á fund við embætisfólk hjá danska vinnumálaráðharranum. Tey skuldu fundast seinnapartin mikudagin og hósdagin. Heimafturkomin skulu tey síðani kunna landsstýrismannin um gongdina í samráðingunum.

? Tað var ikki neyðugt hjá mær at fara við til Danmakar at samráðast. Tí Ole Stavad hevur longu givið tilsøgn um, at Skipaeftirlitið verður yvirtikið ? enntá við danskari hjálp. Men verður nakað ivamál, hava vit avtalað at tosa saman um hetta í telefon. Tí, sum Ole Stavad sjálvur segði, telefonin er uppfunnin, sigur Jørgen Niclassen.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur ikki hug neyvt at útgreina og seta vekt á, hvørjir eru teir størstu praktisku og lógarteknisku spurningarnir, ið skulu útgreinast. Men hann ger greitt, at arbeitt verður við fullum seglum fyri at hava alt klárt, so Skipaeftirlitið kann yvirtakast 1. januar 2002, eins og løgtingið hevur samtykt.

Tó torir Jørgen Niclassen ikki at lova, at Skipaeftirlitið verður yvirtikið júst 1. januar.

? Vit arbeiða sum sagt við fullum seglum. Men stutt tíð er eftir til 1. januar, og vit skulu finna høli, fáa starvsfólkaviðurskiftini upp á pláss og so framvegis. So eg tori einki at lova, sigur Jørgen Niclassen.


Danir hjálpa

Jørgen Niclassen heldur, at danir higartil hava verið sera hjálpsamir í málinum um at yvirtaka Skipaeftirlitið. Og hetta er eisini neyðugt, tí hóast Skipaeftirlitið verður føroyskt, verður fyrstu tíðina neyðugt við neyvum samstarvi og hollari ráðgeving frá dønum, sum áður hava umsitið stovnin. Tí tað er ikki bert sum at siga tað at stápa eitt Skipaeftirlit upp á beinini.

Av somu orsøk roknar Jørgen Niclassen eisini við, at Skipaeftirlitið í fyrstu syftu fer at koyra eftir donsku reglunum, eins og tað ger nú. Men sum frá líður skal stovnurin lagast spakuliga til føroysk viðurskifti, eins og krøvini til skip fara at verða lagað til føroysk viðurskifti. Í veruleikanum verður talan helst um eina skiftisskipan á tvey til trý ár, har føroyska Skipaeftirlitið fer at rinda fyri tænastur frá danska Skipaeftirlitinum.

Ætlanin er eisini at finna eina loysn, har føroyingar koma at hava møguleika at útbúgva seg innan skipaeftirlit hjá dønum.


Trygdin í hásæti

Í sambandi við ætlaðu yvirtøkuna av Skipaeftirlitinum hava summið ivast í, um slakað fer at verða í minstukrøvunum.

Men Jørgen Niclassen vissar um, at trygdin fer at verða sett í hásæti við einum føroyskum skipaeftirliti.

? Krøvini fara tó helst at verða lagað eitt sindur til føroysk viðurskifti. Danska Skipaeftirlitið setir strong krøv til ferjur og farmaskip, meðan tað setur linari krøv til smábátar, meðan krøvini í Íslandi eru hørð til smábátar. Hetta kemur av, at danir hava so nógvar ferjur og farmaskip og fáar smábátar. Í Føroyum hava vit nógvar smábátar, og fer eitt føroyskt eftirlit tí helst at seta strangari krøv til smábátar, enn tað verandi danska, greiðir Jørgen Niclassen frá.

Í sambandi við trygdina ætlar Jørgen Niclassen, at Føroyar skulu fáa atlimaskap í IMO, ið er altjóða stovnurin, ið setur minstukrøvini fyri trygd umborð á skipum. Danir skulu hava fund við IMO í London í oktober, og har vera føroyingar við, fyri at kanna møguleikan fyri atlimaskapi.

Í løtuni eru tað bert tvey lond, ið hava fingið atlimaskap í IMO. Tey eru Hong Kong og Makao. Men Jørgen Niclassen vónar kortini, at tað fer at bera til hjá føroyingum. Atlimaskapur í IMO merkir, at vit fáa øll rættindi og allar skyldur, sum limalondini hava, men at vit ikki fáa atkvøðurætt.

? Atlimaskapur í IMO hevur nógv at siga fyri okkum, sigur Jørgen Niclassen.