Emil er ættaður úr Leirvík, foreldrini vóru Thomasia, úr Geilini í Leirvík, og Jákup Absalon, ættaður
av Viðareiði, men vaks upp í Leirvík.
Tey fingu 7 børn: Petur Adrian, sum býr í Leirvík, Dalborg, sum býr í Klaksvík, Elsa, sum býr á
Glyvrum, Olbana, sum býr í Leirvík, Tummas, sáli, sum búði í Leirvík, Martin, sum býr á Sandi,
og Emil sum býr í Leirvík.
Emil fór til skips í 1953. Hann sigldi nógv við norskum línubátum, men størsta partin av tíðini hevur
hann verið útróðrarmaður, og tað er hann framvegis. Tað ið hevur sermerkt Emil er trúfesti. Hann
er ein álitismaður, ein av teimum ið hevur myndað bygdina. Tað kann av røttum sigast, at Emil
er ein kempa.
Emil giftist Eilu, ið var ættað av Mýrini á Toftanesi í Leirvík. Tey bygdu sær hús á Gadd og fluttu inn
í 1960. Børnini hjá teimum eru: Jóan Petur, sum býr í Leirvík, Dánial, sum býr í Oyndarfirði,
Turid, sum býr á Toftum, og Jákup Andreas, sum býr í Leirvík.
Fyri góðum ári síðani gjørdist Eila illa sjúk og doyði í mai mánað í ár, 68 ára gomul. Hetta tók
fast hjá Emil, sum var heima hjá konuni alla tíðina, meðan hon lá sjúk.
Nú er tómligt í heiminum á Gadd, men børnini og ikki minst tey 10 abbabørnini vitja dúgliga.
Vit eru mong sum ynskja Emil hjartaliga tillukku við føðingardegnum, sum hann heldur
saman við børnunum.
Ó.