Emil Joensen og Kristiligt Ungmannafelag á skrá

Eftir føroysku gudstænastuna í Hans Egede kirkju í Keypmannahavn í dag verður fyrilestur um Emil Joensen og Kristiliga Ungmannafelagið í Keypmannahavn

Aftan á guðstænastu í Hans Egede kirkju í dag 14:00 fer Sverri Steinhólm, prestur, at greiða frá Emil Joensen og Kristiliga ungmannafelagnum. Fríða Thomsen, deknur, BA og stud. teol. prædikar.

 

Føroyska Kirkjuliðið í Keypmannahavn skipar í hesum døgum fyri ymiskum tiltøkum í samband við, at eitthundrað ár eru liðin, síðani farið varð undir at halda regluligar guðstænastur á Føroyskum í ríkisshøvusstaðnum.

 

Tað var Gudmund Bruun próstur, ið saman við øðrum fór undir at halda guðstænastur á føroyskum, sum var eitt nýbrot tá, tí guðstænastumálið í Føroyum var annars danskt.

 

Fyrst í septembur varð hildin fyrilestur um Gudmund Bruun og hannsara leiklut í hesum virkseminum, og í dag eiga Emil Joensen og Kristiliga ungamannafelagið tørn. Vágamaðurin Emil var prestur í Mariu Kirkjuni í Istegade frá 1924 og til 1961, og tað var hannsara hugskot, saman við m. ø. Janus Øssurson, at savna ungar føroyingar í Keypmannahavn til kristiligar samkomur. Hettar fundarvirksemi kom at hava stóra ávirkan á fleiri ættarlið av ungum føroyingum.

 

Sverri Steinhólm prestur hevur skrivað ritgerður um teir báðar Gudmund Bruun og Emil Joensen og um Kristiliga Ungmannafelagið í Keypmannahavn. Aftaná guðstænastuna sunnudagin 4í dag klokkan 14, fer hann siga frá um Emil Joensen og virkinum hjá Kristiliga Ungmannafelagnum í Keypmannahavn.

 

– Kirkjuliðið bjóðar sum vant til kaffiborð. Øll eru vælkomin og tiltakið er ókeypis, sigur Bergur Jacobsen, pretsur.