Fyrstu løtuna var annars ikki nógv, sum bendi á, at vertirnir skuldu fáa nakað sum helst.
StÍF byrjaði nógv betur, og eitt skifti vóru teir á odda 6-1. Sum hálvleikurin leið, komu hoyvíkingar tó betur við, og í steðginum vóru bara tvey mál á muni.
Tað leiðsluna helt H71 eisini fast um størsta partin av seinna hálvleiki. Leingi var líkt til, at liðið skuldi vinna sær ein týðandi sigur í royndunum at vinna seg fram til FM-finaluna, men í seinasta enda eydnaðist StÍF at fáa eitt stig - og harvið gongd á stigainnsavnanina, sum hevur staðið í stað seinastu nógvu vikurnar.
H71-StÍF 27-27 (13-15)