Tónleikur
Klokkan 20 var nærum ikki manntómur stólur eftir í høllini í Trongisvági og fleiri komu, meðan tey fyrstu løgini ljómaðu. Tað er jú einaferð soleiðis í Føroyum. Men hetta merkir stutt sagt, at fullsett var til framførsluna hjá Jens og Kristel Lisberg og teirra framúr góðu manning.
Troubadour
Eftir at formaðurin í TB, sum skipaði fyri, hevði boðið vælkomin, settust Jens Lisberg og Bergur Godtfred við hvør sínum giutara. Jens legði fyri við, at hetta var síðsta konsertin í eini røð, ið hevur verið nú í eini 3 ár, ella so. Og at hann eigur mangar løtur í húsinum, høllini, og annars løtur mangar heilt úr Sumba til Sandvíkar. (Seinni kom fram, at Jens enntá hevur verið við til at byggja høllina).
Annars gekk tosið óført teirra millum. Og er henda troubadourbyrjanin meint sum ísbrótari, so riggar tað til fulnar. Sangur og prát, skemtisøgur, skot eftir hvør øðrum.
Ja, har sótu teir, ein tvøramaður og ein vágbingur.
- Okur báðir hava í hvussu funnið útav tí, viðmerkti Jens.
Látur í høll og ísurin brotin.
Annars nógvar skemtisøgur, blandaðar við guitartónar og tvíræddaðan sang, so sum Oyggjaland í sól, Navnið Jesus og Sól til viðar gongur.
Eina skemtisøgan var tíðarhóskandi í hesum Pisadøgum, tí nú annarhvør føroyingur er analfabetur, so vóru Jens og Bergur í iva um, hvør av teimum av báðum á pallinum talan nú mundi vera um??
Crazy
Manningin kom á pall og kórkvinnurnar.
Kristel sang sum ein eingil, og skein sum ein sól á pallinum, og gjørdist beinanvegin stjørna, hóast lítillátin í byrjanini og millum løgini.
Hon legði fyri við løgunum House of Risning sun, Blue, Dont worry og Crazy. Ikki øll líka løtt at syngja, men hetta nervaði ikki og hon sang til til UG! Vøkur, ung og kløn. men ein sera stór rødd, ið longu hevur drúgvar royndir. Og tað hoyrist.
Entertainer
So var steðgur eina løtu. Fólk sluppu at strekkja beinini, keypa sær okkurt leskiligt og/ella fáa sær ein royk.
Jens kom aftur á pallin og á skránni var alt møguligt frá hansara mongu árum á palli. Elvis, Mánin hann skein - í flottum, avslappaðum jazz stíli, fyri at nevna nøkur løg. Men alt kryddraði Jens við søgum og práti millum løgini. Og er tað nakað hann dugir, umframt at syngja sjálvandi, so er tað at standa á palli. Sambandið við áhoyrararnar, meginparturin fyrrverandi bygdamenn hjá Jensi, varð alla tíðina í hildið viðlíka. Jens er entertainarin, ið er so ærligur á palli, eins og hann er utanfyri pallglæmuna. Hann siftir ikki ham, men er hin sami. Og tað nýtist ikki heldur at skifta, tí Jens er Jens; entertainarin, ið klárar at standa á palli, og uttan hóvasták fylla rúmið.
Faðir og dóttur og Mustang Sally
Jens og Kristel sungu so løg saman. T.d. Dont let me cross over og Seven spanish angels. Jens takkaði og takkaði av fyri hesa konsertrøðina. Kristel framførdi aftur meistarliga eina balladu og síðani jóansøkuaktuella Mustang Sally.
Fjøldin reistist og fegnaðist og livdi við.
Lív í
Nú var rættiligt lív komið í annars stillu fjøldina, ið bert hevði notið góðu tónarnar.
Tá Jens so sang lagið Låt os ala engång møtas og When the saints (saman við øðrum í frálíkari potpouri), so kókaði salurin, fólk sungu og klappaðu við.
Tónleikur, framførsla og prát hevði áður verið í hægri eind, men so flott, livandi og innilig var henda løtan, at ongin fekk sitið í frið, og standandi fjøldin kom við í eindina.
Seven spanish angels
Framúr tónleikalið hevur Jens fingið at spæla undir og ein freistast í spølni - at kalla hesar fyri Seven spanish angels. Lagið er jú á konsertskránni og talið passar. Teir spældu sum einglar.
Í ómetaliga livandi partinum við Jens og Låt os alla og When the saints, fingu allir hvør sín solopart, so sum tað hóskar seg til eina veruliga konsert. Og tað var sjálvandi flott. Tað kláraðu teir líka so avslappað og tilbagelænet, sum framførluna annars, hóast ongin ivi var um, at teir nutu hvørja løtu.
Framúr góða kórið kann ikki gloynast í samanhanginum. Kórdámurnar komu so sera væl frá sínum leikluti og hóskaðu sera væl í myndini og ljóðmyndini.
At hava slíkar menn og kvinnur aftanfyri, tá góðir sangarar eru á palli, er næstan sum í V4: tað er so nógv lættari og hartil, so vinnur ein hvørja ferð, tí ljómliðið stendur sum eitt trygdarteppi aftanfyri og onki kann fara heilt av sporinum, uttan mun til, hvussu langt hvør einstakr nú loyvir sær at fara í framførslugleði.
Kristel og Bergur komu á pallin aftur og Amazing Grace ljómaði. Eitt lag, har Kristel aftur prógvaði sýnar dygdir sum sangari og sína sera góðu rødd.
Kristel mátti syngja eitt eykalag. Fjøldin reistist og kravdi hetta eirindaleys og so sang hon enn einaferð Mustang Sally til mikla fragd hjá áhoyrarunum.
Ljóðmenninir skulu hava rós fyri at halda ljóðstøðið á einum støði, ið var rættiliga hóskandi og klárt og gott, - als ikki hart frá.
Jens og Marner
At enda kom Marner Lisberg, bróður Jens, á pallin. Saman stóðu teir í mong ár á odda fyri bólkinum Sputnik.
Teir sungu Tvørasangin tvíræddaðan, og væl ljóðaði og fjøldin sang við og hevði næstan hug at fara upp á gólv.
Ein frálík konsert fekk ein enda. Tann síðsta í hesum umfarinum. Fleiri galla konsertir verða ikki fyribils.
Men leygarkvøldið settu Jens og Kristel eitt virðiligt punktum. Vit eru tó fleiri sum vóna, at hetta bert er eitt komma, tí ein steðg unna vit teimum, men vónandi verða tey at hoyra aftur seinni. Tey hava nógv at geva og eru sangarar, so tað stendur eftir.
Leygarkvøldið gingu tónleikur, sangur, skemt, álvara og áhoyrarafjøld upp í hægri eind.
Fakta:
Solistar:
Jens og Kristel Lisberg
Stað og tíð:
Høllin í Trongisvági leygarkvøldið 13. mai 06
Frá kl 20.00 til 22:30
Tónleikarar:
Ólavur Øster
Kolbein Simonsen
Bergur Godtfred
Petur Hermansen
Jákup Zachariassen
Jónleif Jensen
Árni Øregaard
Kór
Fríðgerð
Sigga
Barbara
Malan
Gestur:
Marner lisberg
Ljóðmenn.
Johannus Steingrund og Hans Andor Johannesen