NSÍ og TB hava í dag spælt fyrsta dystin í sekstanda umfarinum í Effo-deildini.
Dysturin við Løkin í Runavík endaðið við málleysum 0-0 javnleiki.
Úr Runavík verður sagt, at tað var heimaliðið, NSÍ, ið var omaná, og sum átti teir størstu møguleikarnar í dystinum.
Javnleikurin hjá NSÍ ber við sær, at B36 við einum sigri í morgin, kann leggja seg ájavnt við NSÍ á fyrsta plássinum.
Dystirnir í morgin eru:
B36-KÍ (í Gundadali klokkan 15.00)
FC Suðuroy-Víkingur (á Eiðinum klokkan 14.30)
EB/Streymur-HB (við Margáir klokkan 15.00)
ÍF-AB (í Sarpugerði klokkan 15.00)