Endaliga luttøkan komin á pláss

Nú er endaliga greitt, hvør fer á pall á Jóansøkufestivalinum, sum fyrstuferð verður á Tvøroyri tann 25. juni

Endaliga skráin fyri luttakarar á Jóansøkufestivalinum er klár. Stóra navnið er The Sweet, sum nú er á ferð undir navninum AS Sweet, nevnilga Andy Scott?s Sweet, tí tað er framúr guitarleikarin Andy  Scott, sum nú er á odda, og sum saman við eini manning, ið hevur spælt saman við fleiri av størstu rocknøvnunum, nú mannar Sweet.
                      Úr Íslandi koma føgru kvinnurnar í Nylon, sum er ein hin heitasti poppbólkurin í Ísandi fyri tíðina.
                      Millum føroysku nøvnini eru ikki færri enn tvey, sum í hesum døgum eru við í ymsum kappingum á MTV. Nevniliga vælumtóktu Makrel og The Dreams. Eisini vælumtóktu og fløguaktuellu Deja Vu eru við, umframt manningin, sum er við á komandi jóansøkufløguni.
                      Endaliga uppstillingin sær altso soleiðis út: AS Sweet, Nylon, Makrel, The Dreams, Brandur, Deja Vu, Gasolin Jam, Guðrun, Eyðun Nolsøe, Paradox, Tróndur Enni, Eyðun Ásason, Jonhild Andreasen Nielsen, Pól Arni Holm, Kristel Lisberg, Sólfríð Bech og Holbæks Blues Band.                      Manningin aftanfyri jóansøkufestivalin sigur, at fyrireikingarnar ganga væl, og nú verður m.a. arbeitt við at fáa eina heimasíðu klára.