Endiliga vann Fleyr

Botndysturin í Klaksvík endaði við tryggum Fleyr-sigri. Uppflytararnir úr Fossanesi tykjast enn ikki at hava vant seg við leikumstøðurnar í bestu deildini

Flogbóltur


Fossanes ? Fleyr 0 ? 3

12-25, 22-25, 18-25


Fossanes og Fleyr høvdu undan hesum dystinum einki stig. Serliga hjá Fleyr er hetta als ikki nóg gott. Siðvanda felagið í Havn eigur at stríðast um heiðursmerkini, og kanska gongd nú fer at koma á.

Fossanes spælir sínar heimadystir í KÍ-høllini, tí høllin á Fossanesi er ov lág. Framgongdin hevur hesar tríggjar dystirnar, liðið hevur spælt í meistaradeildini, verið stór. Í hesum dystinum hevði liðið tó ongan møguleika í fyrsta setti. Fleyr hevði sett sær fyri, at hesin dysturin skuldi vinnast, og alt gekk upp á stás. Nina Brockie hevaði, og Mariann Øster var á diagonalinum. Tað riggaði væl. Á miðjuni spældi Miriam Thomassen aftur sera væl, og nógva av álopsspælinum hjá Fleyr gekk ígjøgnum miðjuna, og blokkurin hjá Fossanesi megnaði ikki at fylgja við.


Besta settið higartil

Jón Kári Frederiksen venur Fossanes, og hann má sigast at gera arbeiðið væl. Í 2. setti spældi Fossanes einki aftanfyri Fleyr. Gongdin var, at Fossanes kom nakað framum. Liðið royndi nú ikki at avgera allar bóltarnar, men heldur spæla róligt yvirum, so Fleyr kundi gera mistøkini. Tað eydnaðist væl. Fossanes kom framum 21-17 og hevði gott tak á dystinum. Nú skuldu genturnar bara vera róligar og ikki gera mistøk, men Fleyr nærkaðist alsamt. Nervarnir hjá ungu sundagentunum hildu ikki til endans, og Fleyr tók seg framum og vann eisini hetta settið. Eftir hetta hevði Fleyr aftur tamarhald á dystinum, og 3. settið vunnu havnargentur trygt.

2. settið vísti greitt, at Fossanes er lið í stórari leikligari menning. Hini liðini kunnu ikki loyva sær at taka sær av løttum. Tað verður tí helst skjótt, at Fossanes vinnur sítt fyrsta sett, og so er ikki so langt eftir til fyrstu stigini. Fleyr hevur fingið gongd á. Næstu dystirnir eru ímóti TB og ÍF í Gundadalshøllini. Teir dystirnar skuldi Fleyr havt góðan møguleika at vunnið.