Tað hevur verið meiri sjáldan í ár, at klaksvíkingar hava verið omaná, tá dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð, og mótstøðuliðið hevur verið HB.
Og tað var ikki frítt, at onkrir áskoðarar kendu fjáltur á sær til síðsta bríksl leygardagin, sjálvt um 2. deildarliðið hjá KÍ var frammanfyri 2-0 móti HB, og KÍ var so nógv tað betra liðið.
Tað eydnaðist KÍ at vinna, og í Klaksvík siga teir, at HB liðið mundi vera eitt tað lakasta 2. deildarliðið, sum hevur verið har norðuri í ár.
HB, sum hevði Eyðun Samuelsen á miðvøllinum og Hartvig Joensen í álopinum og annars hevði nógvar unglingar á liðnum, royndi at sprutta eitt sindur fram móti endanum, men teir høvdu ongar upplagdar møguleikar.
KÍ hevði fleiri góðar møguleikar, t.d. raktu teir tvær ferðir í stólpan, og Helmar Lassen, sum hevur verið støðugur málskjútti í heyst, var ta einu ferðina púra leysur við málverjanum, men hann tøvdi, og so varð hann taklaður.
Bæði málini komu í 1. hálvleiki. Helmar Lassen fekk hitt fyrra, tá eitt gott korter var farið. Vongverjin í høgru, Andreas Josephsen, sendi høgt og langt innfyri, miðframherjin tveitti seg fram og stútaði, og so var mál.
Seinna málið kom ikki so langt fyri hálvleik. Jóhan Lützen, sum mannaði álopið saman við Helmari Lassen, varð feldur í brotsteiginum, og Andreas Josephsen var tryggur úr ellivu metrum.
Tað var um reppið, at HB noyddist at spæla um plássið í næstbestu deildini, men málmunurin ger, at teir endaðu bæði omanfyri NSÍ og EB/Streym.