Alt kappingarárið á tamb hevur verið skrivað um, at úrtøkan hjá VB ikki hevur staðið mát við spælið á vøllinum.
Undan dystinum sunnudagin móti VÍF hevði tað nevnliga ongantíð eydnast VB at koppað nøkrum av ovaru støddu liðunum, tó at tær fleiri ferðir hava verið lutur í sera jøvnum dystum.
Tí vóru tað helst fleiri, sum høvdu roknað við, at VÍF skuldi fara avstað við báðum stigunum, tá tær sunnudagin vitjaðu í Vági, men tá avtornaði vórðu tá tær hjá VB, sum stóðu eftir við sigrinum.
Ioana mansvard
Fyrsta hálva tíman var tó lítið, sum bendi á, at stigini skuldu verða eftir í Vági, tí í so at siga allar 30 minuttirnar var tað VÍF, sum sýndi betra spælið.
Aloftast hevur tað verið soleiðis hjá VÍF, at um so at siga alt spælið hevur gingið ígjøgnum leikandi venjaran, Ioana Rápa, men soleiðis var kortini ikki sunnudagin.
Frá fyrsta bríkslið varð Ioana mansvard av Eyðbritt Krosslá, og hetta eydnaðist somikið væl, at leikandi venjarin so at siga einki fekk burtur úr.
Hóast Ioana í mangum dysti hevur verið Alfa og Omega hjá VÍF, so megnaðu hinar seks genturnar á vøllinum kortini at leggja eitt áhaldandi trýst á VB verjuna, sum so at siga ongantíð riggaði, sum hon skuldi fyrsta hálva tíman.
Tískil endaði fyrri hálvleikur við teirri heldur óvanligu støðu, at hóast Ioana bert hevði skotið tað eina málið, so var VÍF kortini á odda við tveimum, tá farið varð til hálvleiks.
Verjan riggaði
Í seinna hálvleiki gekst tó betur hjá teimum á heimaliðnum. Framhaldandi høvdu tær gott tak á Ioanu, og nú tóktist eisini at bera betur til hjá teimum, bæði í álops- og verjupartinum.
Nakrar væl eydnaðar flytingar vórðu framdar í verjuni, og í álopspartinum var størsta broytingin tann, at Regina Rádó brádliga vísti seg frá síni bestu síðu.
Fyrra hálvleik hevði hon annars langt ífrá prógvað, at hon eigur at teljast millum bestu leikararnar í landinum, men seinna hálva tíman fekk hon rættuliga vundið seg upp.
Rættuliga skjótt hevði VB eisini vunnið seg fram um vestmannagenturnar, og hóast munurin ikki gjørdist var serliga stórur, so var tað sum um, at VB nú hevði tamarhald á støðuni.
Tá so Sólrun Jacobsen eisini stóð ein frálíkan hálvleik í VB málinum, var lítið hjá VÍF at gera, og seinastu tíggju minuttirnar kundi VB rættuliga gera bart, soleiðis at talan at enda gjørdist um ein rættuliga tryggan sigur til heimaliðið.
Glaðar um sigurin
Úr Vági frættu vit eftir dystin, at frøin var stór um, at tað endiliga hevði eydnast teimum at koppa einum av ovaru liðunum. Tað tænir eisini VB kvinnunum til rós, at tær alla tíðina hava givið seg fult út í øllum dystunum, hóast teirra leiklutur í stríðnum um heiðursmerkini langt síðani er liðugt leiktur.
Hóast tær sjálvar ikki hava møguleikan at vinna nøkur heiðursmerki í ár, so fekk sigurin í hvussu so er tær avleiðingar, at silvurmerkini nú við 99,9% vissu fara til Neistan.
Harumframt merkti tapið fyri VÍF, at tær nú skulu kenna seg alt annað enn vísar í at heiðursmerki, tí nú er støðan brádliga tann, at Kyndil liggur best fyri í stríðnum um bronsumerkini.
Seinasti dysturin hjá Kyndli er móti júst VB, og úr Vági frætta vit, at tær í øllum førum hava ætlanir um at hevna finalutapið, so enn er vón fyri heiðursmerkjum í Vestmanna.
VÍF uttan heiðursmerki?
Endar VÍF uttan fyri heiðursmerkjaplássini man hetta helst verða eitt satt vónbrot fyri liðið, ið sum tað seinasta royndi at fylgja við Stjørnuni, tá Klaksvíksgenturnar høvdu runnið øll hini liðini av sær.
Góðu úrslitini hjá liðnum hava tó í rættuliga stóran mun verið tengd at leikandi venjaranum, Ioana Rápa. Tað sigur eisini eitt sindur um dygdir hennara, at hon hevur megnað at átikið sær henda leiklut, hóast hon meginpartin av árinum av røttum skuldi hildið seg uttan fyri síðulinjuna
Í grundspælinum fekk hon nevnliga ein álvarsligan skaða, tá VÍF vann á Stjørnuni, men kortini hevur hon hildið áfram at spælt. Fyri tveimum vikum síðani fekk hon so eisini ein snudd í fótin, og líkt er til, at hesin skaðin hevur darvað henni enn meira, tí teir báðar seinastu dystirnar hevur hon ikki í sama mun megnað at sett dám á VÍF liðið, og við fánaða spælinum frá venjaranum, eru vónirnar fyri heiðursmerkjum eisini følnaðar.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VB: Regina Rádó 9 (4), Rannvá Augustinussen 6, Gurið Mortensen 4, Sólrun Krosslá 4, Arnleyð Krosslá 2, Eyðbritt Krosslá 1, Christina Holm 1
VÍF: Angelie Jógvansdóttir 4, Jacklin Durhuus 4, Signhild Petersen 3, Fríða Marjunardóttir 3 (1), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 2, Óluvá Poulsen 2, Ioana Rápa 2 (1), Eydna Johannesen 1, Randi Kúrberg 1
Brotskøst:
VB 5, VÍF 3
Útvísingar:
VB 1, VÍF 1
Dómarar úr Stjørnuni:
Karsten Andersen og Geir Wardum