Tá Trygvi Mortensen varð uppsagdur í 07 Vestur tá fýra umfør restaðu í farna kappingarár, fekk ungi vágamaðurin, Sigtór Petersen, brádliga møguleikan at hava høvuðsábyrgdina av liðnum. Sigtór Petersen, sum gjørdist langtíðarskaddur í farna kappingarárið, sigur, at talan var um læruríka tíð, sum hann gekk uppí við lív og sál.
- Eg byrjaði árið í fjør sum spælari, men fekk ein skaða longu í fyrsta dysti, og hevði síðani trupulleikar við at koma fyri meg aftur. Umleið fyrst í august fekk eg ístaðin bjóða at vera hjálparvenjari, og tá fýra dystir restaðu í, varð eg spurdur um at taka høvuðsábyrgdina av liðnum. Eg spurdi meg fyri hjá nøkrum lyklaleikarum í felagnum, og vit blivu samdir um, at eg skuldi taka av. Vit skuldu lyfta í felag, har eg skuldi vera leiðarin.
- Talan var eina ógvuliga spennandi og læruríka tíð, og eg gekk uppí tað við lív og sál aftaná arbeiðstíð. Eg haldi eisini at tað hilnaðist væl, tí í teimum fýra dystunum, sum eg stóð við róðrið, vunnu vit tríggjar av teimum og skoraðu 14 mál, so nógv meira enn tað kundi eg ikki forlanga, sigur Sigtór Petersen.
Lesið greinina um Sigtór Petersen og 07 Vestur í Fótbóltsblaðnum hjá Sosialinum, sum í vikuni er komið í hvørt hús í landinum.