Palli Skorheim er stjóri í Komfort bilum

Endurnýggjað bilasøla við nýggjum prísum

– Í sambandi við at Nordcar hevur fingið nýggjar íleggjarar, skifta vit navn til Komfort bilar. Fleiri broytingar eru á veg, og í tí sambandi hava vit móttøku fríggjadagin 4. mars, sigur Palli Skorheim stjóri í Komfort bilum

Palli Skorheim er stjóri í Komfort bilum

Eigaraskarin telur nú millum annað brøðurnar Palla og Jógvan Skorheim umframt Jóhann Lützen. Nýggju eigararnir tóku við 1. mars.

 

– Í sambandi við hetta ynskja vit at takka Gordon Rajani, Birgir Dam Jacobsen og Frits Dam Jacobsen fyri møguleikan, og gleða okkum at koma í gongd.

 

Komfort bilar selja bilamerkini BMW, Mini, Fiat, Jeep, Alfa Romeo og Maxus. Verkstaðið er autoriserað til øll hesi merkini, umframt at verkstaðið er autoriserað at servicera Honda, upplýsir Palli Skorheim.

 

Tað, tú rindar fyri ein nýggjan bil og tað, tú fært fyri ein brúktan, eigur at standa mát við veruleikan, sigur Palli Skorheim.

 

Tí fara vit undir nýggjan prísbygnað og lækka prísirnar niður á eitt stig, ið gevur gjøgnumskygni - bæði fyri keypara og seljara.

 

Við øðrum orðum: Rættan bil og rættan prís, sigur Palli Skorheim í tíðindaskrivinum, sum Komfort bilar hava sent miðlunum. 

 

Vit hava ment eina nýggja heimasíðu www.komfortbilar.fo har kundar okkara kunnu síggja okkara nýggju prísir umframt aðra kunning um okkara bilar.

 

– Í sambandi við broytingarnar skipa vit fyri móttøku fríggjadagin 4. mars kl. 15 í Smiðjugerði 4. Vit vóna at síggja so mong sum gjørligt og fáa eitt gott bilprát, sigur Palli Skorheim. 

 

 

 

Palli Skorheim er stjóri í Komfort bilum