Flogbóltssamband Føroya hevði aðalfund um vikuskiftið, og eitt av føstu málunum á skránni var sjálvandi val av nevnd. Formaðurin í FBF, Niclas Joensen, stóð ikki fyri vali, men nevndarfelagar hansara skuldu veljast av nýggjum. Hetta viðførdi tó onga broyting, tí bæði Magnus Tausen, skrivari, og Trygviu H. Poulsen, kappingarleiðari vórðu einmælt afturvaldir. Tiltakslimir í nevndini eru Jónsvein Nielsen og Rúni Weihe, báðir úr Havn.
Størsta málið á fundinum tóktist framman undan at vera viðgerðin av kappingini hjá yngru deildunum, og tað vísti seg eisini, at hetta málið fekk eina drúgva viðgerð á fundinum.
Fleiri uppskot vóru komin inn um hetta evnið, og størsta broytingin verður í fyrsta umfarið, at tað frá komandi kappingarári verða fleiri kappingar, sum fara at telja í stríðnum um føroyameistaraheitið. Áður hevur tað bert verið tann eina kappingin, sum hevur avgjørt, hvør kann rópa seg FM vinnara, men framyvir verður talan um fimm kappingar.
Hesar verða í fyrsta umfari kappingarnar hjá TB, Fleyr, Mjølni og Drátti, umframt eina nýggja kapping, sum FBF sjálvt skal skipa fyri.
Annars samtykit aðalfundurin eisini, at ein serstakur bólkur skal gjøgnumhyggja alt konseptið, sum flogbólturin hjá yngru liðunum í dag koyrir eftir. Í Flogbóltssambandinum fegnast tey annars um, at tilgongdin av yngru leikarunum hevur verið sera stór seinnu árini, men hinvegin hevur framgongdin einamest umfara gentulið, og spurningurin er so, um nakað kann gerast, til tess at eisini fleiri dreingir skulu fara undir flogbóltin.
Alt hetta setir tó eisini onnur krøv um tilrættisleggjan og annað, og tí gjørdi aðalfundurin altso av at seta ein bólk at kanna málið., Ætlandi skal bólkurin verða liðugur við arbeiðið seinast í mei mánaði.
Gott flogbóltsár
Annars frøddist nevndin í FBF um, at undanfarna kappingarár hevur verið sera virkið, hvat flogbólti viðvíkur. Veddingarpengarnir úr Danmark hava eiga so avgjørt sín stóra lut í hesum, verður sagt, og í formansfrágreiðingini varð nortið við, hvussu stóran týdning tað hevur, at myngugleikarnar á økinum ikki fara at lækka stuðulin til ítróttin av hesi orsøk. Eitt nú hevur FBF í ár havt møguleika at senda A-landslið til C-EM kappingina, eins og aktiviteturin fyri yngru landsliðini hevur veirð størri enn undanfarin ár.
Sum nakað nýtt, fer FBF nú undir eina skipaða venjaraútbúgving. Klæmint Isaksen er settur at taka sær av samskipanini í hesum, og verður hetta gjørt í samstarvi við danska flogbóltssambandið. Hetta merkir, at umframt grundútbúgvingina, sum er tann, sum FBF skipar fyri, er møguleiki hjá venjarunum at útbúgva seg víðari innan skipanina hjá danska sambandinum. Hetta verður so avgjørt mett sum eitt øki av stórum týdningi, og tí má tað sigast at vera gleðiligt, at Flogbóltssambandið nú fer undir eitt miðvíst arbeiði á hesum økinum.