Endurstovnaður festivalur verður í Havn um vikuskiftið

Millum tey framførandi teljast  GØ, gówa, Play Boys við James Olsen á odda, Guðrun Sólja Jacobsen, duoin Katari og gospelkórið Brak.

Tíðindaskriv:

 

Høvuðsnavnið á festivalinum verður 50 ára gamla Tórshavnar Big Band – flaggskipið innan jazz í Føroyum – sum fer at spæla konsertina ”Minnist tú enn”  saman við stjørnusolistunum Kristinu Bærendsen, Carlsen systrunum og øðrum.

 

Tónleikalegendan Brandur Øssursson tók upprunaliga stig til Tórshavnar jazz, fólka – og blues festival í 1984, og hann helt fram í 20 ár. Festivalurin setti ein heilt serligan dám á býarlívið í Havn um summarið og var savningarstaður hjá tónleikalívinum, havnafólki og vitjandi. Tórshavnar Big Band var fast húsorkestur, og saxofonspælandi jazz-hvalurin, sum var búmerkið tá, var eyðkennið fyri ein altjóða jazzfestival í norðuratlandshavinum.

 

Skráin til hendan fyrsta festivalin verður ein blandingur av jazzi, fólkatónleiki og blues. Stórur dentur er lagdur á listaligu góðskuna, og skráin umboðar tað besta, sum Føroyar hava at bjóða.

 

”Vit arbeiða fyri at betra um umstøðurnar hjá tónleikagreinunum og tryggja, at føroyska tónleikalívið er burðardygt, fjølbroytt, viðkomandi og í støðugari, skjótari menning”, siga stigtakararnir Sunnuva Bæk og Hans Petur í Brekkunum.

 

Fríggjadagin kl. 17.00 verður  festivalsetan í Blábar og beint eftir setanina verður borðreitt við grillaðum jazzlambi og blues tilhoyri.

 

Konsertir og jamsession verða í Reinsarínum, í Havnar kirkju, í Perluni, í Blábar og í Norðurlandahúsinum. Øll skráin sæst á facebook síðuni hjá Tórshavnar jazz, fólka og blues festivali.

 

##med2##

##med3##

Tórshavnar jazz, fólka- og blues festivalur