Endamálið var at fylgja ungfólk um Stevnu Tjóðveldisfloksins og at virka fyri samfelagsligari og politiskari upplýsing, orðaskifti og menning millum tey ungu.
Felagið virkaði í mong ár, stundum betur, stundum heldur linligari, men tey seinastu árini hevur felagið at kalla ligið deytt.
Áhugin fyri Stevnu Tjóðveldisfloksins er almikið vaksin tey seinastu árini, sum tað eisini kom fram á løgtingsvalinum 30. apríl í ár, tá flokkurin tvífaldaði tingmannatalið til 8. Framgongdin stóðst ikki minst av tí, at stórur partur av unga fólkinum styðjaði flokkin.
Nú hava so nøkur ungfólk í Havn tikið seg saman um at endurstovna Unga Tjóðveldi. Tað fer, eins og gamla felagið, í samvinnu við veljarafeløg, Aðalstjórn og ting- og landsstýrismanning floksins at virka fyri samfelagsligari og politiskari menning av teimum ungu.
Fundur um endurstovnanina verður í Sjónleikarhúsinum leygardagin 13. juni. Har verður m.a. uppskot um nýggjar viðtøkur lagt fram. Eisini verða fólk úr tingmanning og landsstýrismanning við á fundinum at greiða frá og svara spurningum.
Seinni verður gjøllari skrá lýst fyri fundin.