Endurtøka frá í fjør: Millimetrar á muni

Clayton Soares smekkaði bóltin í netið handan Jákup Mikkelsen í seinasta álopinum, men dómarin bríkslaði fyri rangstøðu. Tá var somuleiðis greitt, at ÍF slapp undan skrekkinum. Fuglfirðingar hava vunnið seg í finaluna.

 

Í somu løtu fekk Ibrahima Camara eina seinastu roynd at skjóta B66 í steypafinaluna. Toftamenn fingu fríspark í brotsteiginum í seinasta álopinum. Framherjin smekkaði til, men í manngarðin - og so var EB/Streymur í finaluni.

 

Tað verður ein endurtøka frá steypafinaluni í fjør. EB/Streymur og ÍF spældu seg í finaluna í kappingina um løgmanssteypið í kvøld. Sundalagsmenn vunnu 3-2 á B68. Einki mál kom í fyrru hálvfinaluni, og EB/Streymur hevur sostatt vunnið samanlagt.

 

07 Vestur vann seinnu hálvfinaluna í Sørvági. Úrslitið var 2-1. Tað restaðu fáir minuttir í, tá Nenad Saric kom á máltalvuna. Tá høvdu fuglfirðingar beina kós í steypafinaluna. Í tíðini, dómarin hevði lagt afturat, fekk 07 Vestur brádliga tvey mál. Vágamenn fingu eitt mál afturat, men tað var kolldømt. ÍF hevur sostatt vunnið seg í steypafinaluna.

 

 

---------------------------------------------------------------------------

 

07 Vestur - ÍF 2-1 (0-0)

0-1: Nenad Saric, 88.

1-1: Tamba Yarjah, 90.

2-1: Clayton Soares, 93.

ÍF vann fyrru hálvfinaluna 1-0

Dómari: Dagfinn Forná

07 Vestur: Kristian Joensen - Sjúrður Ellefsen, Tehé Aristide, Jón Nielsen, Rógvi E. Nielsen - Eli Falkvard Nielsen, Badara Diedhiou, Jovan-Radinovic Panic - Tamba Yarjah, Clayton Soares, Tór-Ingar Akselsen

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Uni R. Petersen, Bartal Eliasen, Jan Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Karl Løkin, Fritleif í Lambanum - Høgni Zachariasen - Nenad Saric

 

 

97 Dysturin er liðugur! ÍF skal spæla finaluna í kappingini um løgmanssteypið!

96 07 Vestur hevði bóltin í málinum hjá ÍF, men dómarin floytaði fyri rangstøðu. Vágamenninir eru í øðini!!

93 MÁL!! Clayton Soares hevur skorað fyri 07 Vestur, sum nú er á odda 2-1!!

91 Sjey minuttir eru lagdir afturat.

90 MÁL!! Tamba Yarjah hevur javnað fyri 07 Vestur, og Bartal Eliasen er vístur av vølli, tá hann fekk sítt seinna gula kort. 07 Vestur skal hava tvey mál afturat fyri at sleppa í finaluna.

88 MÁL!! Chris Muomaife smekkaði til, Kristian Joensen vardi fyri, men Nenad Saric var fyrstur á bóltinum og sendi hann í netið. 07 Vestur skal hava trý mál, um tað skal eydnast teimum at sleppa í finaluna um løgmanssteypið.

84 Tór-Ingar Akselsen hevði ein sera stóran málmøguleika! Hann hevði ríkiligt av plássi í brotsteignum, men hann sendi bóltin framvið málinum. 07 Vestur leggur meira fyri nú og trýstir ÍF. Nú má røkka ella støkka.

72 ÍF hava brúkt sínar útskiftingar. Chris Muomaife, Margeir Toftegaard og Frank Poulsen eru komnir inn. Dánjal á Lakjuni og Karl Løkin eru farnir út. Karl Løkin fór út við skaða. Tað hava verið fáir møguleikar í Sørvági seinastu løtuna.

62 Bæði liðini hava spent álopsbogan fyrstu løtuna í seinna hálvleiki. EB/Streymur roynir at økja um leiðsluna, meðan toftamenn stríðast fyri sínum møguleika.

60 Framvegis málleyst í Sørvági. Tað er 07 Vestur, sum skal hava mál fyri at vinna seg í steypafinaluna, men hóast vágamenn ikki smæðast burtur, hava teir ikki lagt gestirnar úr Fuglafirði undir stórvegis trýst.

46 Seinni hálvleikur er byrjaður.

 

47 Tað er hálvleikur í Sørvági, og tað er framvegis einki mál komið. Bæði liðini hava søkt at málinum. Bogi Løkin, ÍF, hevur verið serliga nær við, umframt, at Jón Nielsen bjargaði á málstrikuni, tá Nenad Saric fór framvið málverjanum og royndi seg við skoti.

40 07 Vestur hevur framt sína fyrstu útskifting. Rógvi E. Nielsen er farin av vøllinum við skaða. Jens Erik Rasmussen hevur loyst hann av.

34 Tað er undirhaldandi í Sørvági. Bæði liðini spenna álopsbogan, og málverjarnir hava fingið seg royndar. Tað hava verið fleiri upplagdir møguleikar - nú er spurningurin, hvør fær hol á.

33 Bogi Løkin smekkaði til, men á tvørtræið!

16 ÍF hevur verið omaná seinastu løtuna. Bogi Løkin hevur eisini havt ein upplagdan møguleika at lagt fuglfirðingar á odda, men Kristian Joensen vardi væl.

10 07 Vestur hevur verið grammari fyrstu løtuna. Vágamenninir eru meira á bóltinum, men framvegis hevur eingin uppløgdur møguleiki verið.

1 Dysturin er byrjaður. Í kvøld spælir Tór-Ingar Akselsen sín seinasta dyst fyri 07 Vestur í hesum kappingarárinum. Hann fer á bíbilskúla í USA.

 

Undan dystinum:

Jóhan Nielsen fekk best hugsandi byrjanina sum ábyrgdarmaður í Vágum, tá 07 Vestur vann á KÍ um vikuskiftið. Í kvøld skulu vágamenn royna at vinna seg í steypafinaluna. Fuglfirðingar vunnu fyrra hálvfinaluna tepurt – 1-0.

Úrtøkan er ikki nøktandi fyri fuglfirðingar higartil. ÍF er undir niðurflytingarstrikuni, og málið er nú fremst av øllum at varðveita sætið í deildini. Rúni Nolsøe og Símun Eliasen, sum hava loyst av Abraham Løkin í venjarasessinum í Fuglafirði, hava framvegis ein upplagdan møguleika at vinna seg í Evropa. Treytin er at sleppa snikkaleysir burtur úr dystinum í kvøld, og síðani vinna steypafinaluna.

 

---------------------------------------------------------------------------------

 

EB/Streymur - B68 3-2

Fyrra hálvfinalan endaði 0-0

Dómari: Eilar Rasmussen

1-0: Arnar Dam, 2.

1-1: Ibrahima Camara, 20.

2-1: Egil á Bø, 24.

2-2: Eli Simonsen, 26.

3-2: Sjálvmál, 42.

EB/Streymur: René Tórgarð - Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex José dos Santos - Bárður Olsen, Pauli G. Hansen, Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen - Arnbjørn Hansen, Arnar Dam

B68:

 

95 Dysturin er liðugur. EB/Streymur vann 3-2. Sundalagsmenn skulu spæla finaluna í kappingini um løgmanssteypið!

94 René Torgarð stórbjargar!! Stig-Roar Søbstad royndi seg, men málverjin var knappur og stýrdi bóltinum út til hornaspark. Ein frálík bjarging!

90 Fimm minuttir eru lagdir afturat. B68 ger alt fyri at fáa útjavnandi málið nú.

73 Arnbjørn Hansen hevði upplagdan møguleika at økja um leiðsluna! Framherjin var púra einsamallur við Tórð Thomsen, men hann sendi bóltin framvið málinum.

67 EB/Streymur hevur framt sína fyrstu útskifting. Bárður Olsen er farin út, og Pætur Dam Jacobsen er komin inn. Sundalagsmenn royna at økja um leiðlsuna, meðan B68 stríðist fyri sínum møguleika. Tað er undirhaldandi við Margáir.

46 Seinni hálvleikur er byrjaður.

 

46 Hálvleikur. Eli Simosen, B68, hevði seinastu royndina í fyrra hálvleiki. Hann royndi seg við beinleiðis frísparki, men René Tórgarð stórbjargaði.

45 Ein minuttur er lagdur afturat.

42 MÁL!! Jóhan Petur Poulsen stýrdi bóltin í sítt egna mál! Arnbjørn Hansen fór til stroks og ætlaði bóltin til Hans Paula Samuelsen, tá framherjin sendi innfyri. Jóhan Petur Poulsen royndi at verja fyri, men rann heldur bóltin í málið.

26 MÁL!! B68 hevur javnað við Margáir! Eli Simonsen var staddur áraka brotsteigarmarkið, tá hann smekkaði til, og bólturin fór í netið. Eitt sera flott mál av miðvallaranum. B68 er í steypafinaluni, sum støðan er!

24 MÁL!! Egil á Bø hevur lagt EB/Streym á odda 2-1! Fyrri hálvleikur er hálvrunnin, og trý mál eru komin. Verjukempan var staddur í feltinum, tá innleggið kom úr vinstru, og Egil á Bø sendi bóltin í neti.

20 MÁL!! Ibrahima Camara hevur syrgt fyri, at toftamenn eru í steypafinaluni, um verandi støðan heldur sær. Framherjin stútaði bóltin í netið handan René Tórgarð. Nú skulu sundalagsmenn hava mál, um teir ætla sær í steypafinaluni.

10 Tað hendir ikki nógv við Margáir í løtuni.

2 MÁL!! EB/Streymur hevur lagt bragdliga fyri, og sundalagsmenn hava beina kós í steypafinaluna! Arnar Dam hevur lagt sundalagsmenn á odda 1-0.

1 Dysturin er byrjaður.

 

Undan dystinum:

EB/Streymur hevur átt virknan leiklut í steypafinaluni seinastu árini. Sundalagsmenn hava verið við seinastu fýra árini, og teir hava bara tapt einu ferðina. EB/Streymur kann vinna seg í steypafinaluna fimta árið upp í slag í kvøld. Kravið er, at B68 tapir við Margáir í kvøld.

Á stigtalvuni hevur ikki hilnast væl hjá toftamonnum. Teir eru ikki við í stríðnum um at vinna sær pláss í altjóða kapping næsta ár. Mest upplagdi – og samstundis skjótasti – vegurin í Evropa er steypakappingin.