Jan Müller
-Líka mikið hvussu nógv tað kostar, so vilja vit gera alt fyri, at henda boringin á føroyska landgrunninum skal vera trygg. Tí hava vit eisini brúkt stórar upphæddir til at betra um allar okkara trygdarskipanir, soleiðis at tær geva optimala verju av umhvørvi og fólki. Hetta segði italski leitistjórin hjá oljufelagnum ENI, Eugenio Antonielli á Oljutinginum í Havn í farnu viku.
Hann greiddi teimum hálvthundrað áhoyrarunum frá verkætlanini, sum er vorðin rættiliga nógv dýrari, nú ENI gjørdi av at steðga boringini í umleið ein mánað fyri at betra um og uppgradera trygdarventilin (Blow out Preventer). Hesin skal forða fyri, at gass og olja bráddliga streyma upp úr boriholinum, skuldi har verið eitt óhapp. Eugenio Antonetti helt fyri, at ENI hevur tikið øll hugsandi trygdarfyrilit í tí boringini, sum fer fram á landgrunninum, og tí kunnu føroyingar kenna seg tryggar. Við hesum sipaði hann eisini til nógv umrødda óhappið í Meksikoflógvanum. Við verandi prísum fyri leigu av boripallum kann endurskoðanin av trygdarskipanunum umborð á West Phoenix hava kostað ENI og hinum fýra oljufeløgunum umleið 100 mill. kr. Øll boriverkætlanin er mett at kosta meira enn hálva milliard krónur.