Leikurin, ið byggir á skaldsøguna hjá William Heinesen við sama navni, hevur verið sera væl umtóktur og hevur fingið sera góð ummæli. Áhugin at síggja leikin hevur verið sera stórur. Eykasýningar hava verið, bæði fyri skúlum og almennar.
Við tað, at spælt verður sunnudagin kl. 16, er sostatt enn møguleiki hjá avbygdafólki at síggja leikin og sleppa til hús eftir sýningina. Tað verður iki farið á bygd við leikinum Móðir Sjeystjørna, men onkrir fyrispurningar eru um at fáa leikin til útlandið.
Atgongumerki konstar kr. 100,-.
Leikurin viðgerð tey afturvendnadi menniskjansligu fyribrigdini, bardagan millum lív og deyða, tað tímiliga og tað æviga, dreym og veruleika, kærleika og vón og mangt, mangt annað.
Sýningin sunnudagin verður avgjørt seinasta eykasýningin á hesum sinni, tí aðrar uppgávur bíða.
Virksemi á Grímu er stórt, og veksur alsamt. M.a. skulu sýningarnar av barnaleikinum »Eitt ross og annað« halda fram, bæði í Havn og á bygd. Eisini skulu sýningarnar við einmansleikinum »Óndskapurin« halda fram á bygd. Seinast í hesum mánaðinum verður eisini framhald av skeiði í leikritaskriving við Eyðun Johannessen og Jørgen Ljungdal, dramatikara.