Enn ein føroysk málveitsla

Føroysku fótbóltskvinnurnar møttu ongari mótstøðu á veg til finaluna. Hósdagin vunnu tær metsigur við sekstan málum móti ongum

Fótbóltur


Tá FSF næstu ferð fer at senda føroysku fótbóltskvinnurnar uttanlands, verður tað neyvan til Oyggjaleikirnar, at leiðin gongur. Tá hesar reglur verða skrivaðar, er finaludysturin enn ikki leiktur, men staðfestingin higartil hevur verið, at leikirnir eru ein alt ov lítil avbjóðing hjá kvinnunum, sum hava vundið burtur úr allari mótstøðu higartil.


Tók 35 sekund

Hósdagin var hálvfinalan á skránni, og hóast ein slík vanliga er rættiliga spennandi, so reyk spenningurin í hesari longu eftir 35 sekundum. Tá hevði Rannvá Andreasen runnið seg ígjøgnum mótstøðuverjuna, og so var 1-0. 12 minuttir seinni hevði Rannvá skotið trý mál, og so var kósin líka sum løgd móti stórsigrinum.

Restin av dystinum var spurningurin bara, hvussu stórur føroyski sigurin skuldi verða. Spælararnir hugnaðu sær óført, meðan tær kappaðust um at skjóta mál, og hóast venjarin valdi at taka tær tríggjar, Helgu, Eyðvør og Rannvá, av vøllinum fyri at spara tær, so minkaði hetta á ongan hátt um trýstið oman móti málinum hjá Jersey.

Eisini føroysku áskoðararnir hugnaðu sær óført, og klappini vóru eins ljódlig, hvørja ferð bólturin varð sendir í meskarnar. Hinvegin var rár hending, at tær hjá Jersey hóttu stórvegis oman móti føroyska málinum, men ta einu ferðina var tó kortini nær við, tá Annika mátti verja fyri eini at kalla leysari mótstøðukvinnu. Støðan var tá 16-0 til okkara, og ivaleyst hevði Annika iðra seg, um hon brádliga noyddist í málið eftir bóltinum. Hetta hevur hon enn ikki roynt á hesum Oyggjaleikum, og ivaleyst hevur hon heldur ongar ætlanir um hetta.


Framtíðin

Efitr stendur bert spurningurin um, hvørt kvinnulandslið okkara aftur í framtíðini skal fara at taka lut í undankappingunum, har luttøkan varð trekt aftur fyri nøkrum árum síðani.

Tað tykist vera lítið ítróttarligt høpi í at senda liðið aftur til Oyggjaleikirnar. Eisini hóast tað skuldi víst seg, at Áland er eitt sterkt mótstøðulið. Tá høvdu pengarnir verið betri nýttir til eina 10 daga langa venjingarlegu, ella til at tekna liðið til onkra aðra og sterkari kapping.


Føroyar-Jersey 16-0 (10-0)

1-0: Rannvá Andreasen 1.

2-0: Rannvá Andreasen 10.

3-0: Rannvá Andreasen 13.

4-0: Helga Ellingsgaard 17.

5-0: Helga Ellingsgaard (br.) 19.

6-0: Halltóra Joensen 26.

7-0: Rannvá Andreasen 28.

8-0: Eyðvør úr Dímun 37.

9-0: Helga Ellingsgaard 43.

10-0: Eyðvør úr Dímun 45.

11-0: Helga Ellingsgaard 57.

12-0: Rannvá Andreasen 58.

13-0: Rini Mørk 65.

14-0: Eyðfríð Kristiansen 75.

15-0: Eyðfríð Kristiansen 79.

16-0: Sólva Joensen (br.) 80.