Millum eitt lágtrýstsøki yvir Skandinavia og eitt hátrýst í ein útsynning úr Íslandi, streymar køld luft framvegis yvir Føroyar av norðri. Hósdagin nærkast eitt lágtrýst eystanífrá.
Í dag verður lot til andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, í støðum upp í stívt andøvsgul, 10 m/s. Um kvøldið frískar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s. Tað verður yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin um 5 stig. Mánanáttina verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og okkurt kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.
Í morgin, flaggdagin, verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 1 og 4 stig, um náttina um frostmarkið.
Týsdagin makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 1 og 4 stig, um náttina um frostmarkið.
Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, stundum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur ella heglingur. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.
Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, eitt skifti upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Sum frá líður yvirhøvur skýggjað, men regn ella ælaveður meginpartin av døgninum. Hitin millum 2 og 5 stig.
Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum spakuliga makar niður í lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s. Samdrigið og regn- ella vátaslettingsæl. Hitin millum 3 og 7 stig, um náttina í støðum niður móti frostmarkinum.