Enn ein HM-hetja farin

Toppskjúttin hjá Italia í HM 1982, Paolo Rossi, er deyður 64 ára gamal

Stóra hetjan hjá Italia í HM 1982, Paolo Rossi, er deyður 64 ára gamal. Tað boðar italska sjónvarpsstøðin, RAI Sport, frá. Paolo Rossi, sum bleiv fólkahetja í Italia, tá hann vann HM í 1982 og bleiv toppskjútti, hevur seinnu árini verið viðmerkjari hjá sjónvarpsstøðini. Italskir miðlar skriva, at fólkakæri áleyparin hevur verið sjúkur í eina tíð.

Paolo Rossi fer í fótbóltssøguna, sum maðurin, ið vann Italia HM í 1982, hóast hann var fyri nógvum atfinningum til endaspælið. Tað var ikki fyrr enn í fjórðingsfinaluni, at áleyparin fekk hol á. Hann skoraði hattrik móti Brasil, síðani bæði málini í hálvfinaluni móti Póllandi, áðrenn hann skoraði eitt av málinum, tá italia vann 3-1 í finaluni móti Vesturtýsklandi. Samanlagt bleiv tað til 20 mál í 48 landsdystum.

Paolo Rossi spældi við feløgum sum Juventus, AC Milan, Hellas Verona, Perugia, Como og Vicenza, áðrenn hann í 1987 valdi at gevast. Hann bleiv toppskjútti í Seriu A í 1977/78 við 24 málum, og vann meistarahetið í 1982 og 1984. Í Evropa bleiv tað til ein sigur í European Cup, sum í dag eitur Champions League. Umframt at hann vann Cup Winners Cup, sum var fyri steypavinnararnar í Evropa, og UEFA Super Cup í 1985.

Í Italia verður sagt um Paolo Rossi, at hann fólkið at elska fótbólt í 1982, tá hann vann HM, Seria A og heiðurin fyri besta spælara tað kappingarárið. Nevniliga Ballon d’Or bóltin. Fyri kortum doyði Diego Armando Maradona bara 60 ára gamal. Sostatt eru tvær av ímyndunum av HM-endaspølunum í 80unum farnar.

##med2##