Enn ein hugnaligur Eplafestivalur

Í gjár var boðið til Eplafestival í Trøðum á Sandi, har allar dyr stóðu opnar og til bar at keypa ymiskt av landbrúkinum.

 

Eisini hugleiddi Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur um epli, meðan Ásmundur Johannsen og Jógvan í Klingruni fortaldu gamlar Traðarsøgur. Hetta var inni á verkstaðnum hjá Jógvan Johannesen, vanliga nevndur Jógvan-gubbin, har alt stendur væl varðveitt frá gomlum døgum.

 

Eisini var kapping um at kasta epli, og gjørdust Hanus Bergsson og Sunneva Bogadóttir vinnarar í eplakastingini.

 

Elin Olsen gjørdi ársins eplarætt - eina kaku vid eplum sum høvuðsingrediensi. M.a. var skarvanesmaðurin, Pól Jákup Thomsen ein av dómarunum til eplarættirnar

 

Eitt spennandi tiltak, sum var gjørt til eplæafestivalin í ár, var, at gamla bensinpumpan, sum varð sett upp í 1955, varð umvæld og reist av nýggjum – Sera snotilig og væl málað, har allir lutir virka. Ásmundur Johannsen hevur staðið fyri at fáa pumpuna aftur til heiður og æru saman við øðrum.

 

Niðanfyri pumpuna er sett ein steinpláta, har tað var skrivað: ”Á hesum stað varð fyrsta bensinpumpa í oynni reist í 1955. Pumpan er umvæld og endurreist sum ímynd av hugsjón, áræði og fyritakssemi hjá Miðstovuættini”.