Fyrst má eg siga, at tað undrar ikki sørt, at løgtingskvinna Javnaðarfloksins í grein síni »Gakk ikki svangur, Høgni«, dittar sær at nýta vendingina »við mínum besta vilja«, tí hevði viljin verið bara helvtina so góður, sum hon letst, hevði hon ikki klárað at káva út yvir tann megnar brølara, Jóannes Eidesgaard gjørdi við síni grein í Grønlandsposten.
Hvar er viljin at síggja veruleikan tá:
Jóannes Eidesgaard sjálvan valdagin staðilig ávarar, at velja teir flokkar, sum vilja sjálvstýrið fyri Grønland?
Jóannes Eidesgaard blandar føroysk og grønlendsk viðurskifti saman, uttan at greiða lesaranum frá rætta samanhanginum?
Jóannes Eidesgaard kemur inn á eitt av høvuðsevnunum í valstríðnum og beinleiðis sigur sína hugsan og ger eina niðurstøðu um, hvussu vegurin til grønlendskt sjálvstýrið eigur at skipast?
Jóannes Eidesgaard í besta kolonistíli rættir illa sperda afturhaldinum eina politiska bróðurhond?
Nei, Katrin, viljin hjá tær at síggja burtur frá tí, sum veruliga stendur í geinini er mikið sterkari, enn viljin at viðurkenna, at enn einaferð vísir Javnaðarflokkurin sítt tørvandi kjølfestið, men harafturímóti máttloysi og óvanliga góð evni at vevja seg uppí mál, sum einki hava við Føroyar at gera , mál, har hann ikki ein gang grynnur í heimliga politiska hylinum.
Ja, les hvat veruliga stendur skrivað!!
Jóannes Eidesgaard byrjar greinina við einari frontalari mótsøgn:
»Uden at blande mig i den grøndlandske valgkamp og i det grønlandske landstingsvalg, so føler jeg behov for at udtrykke min mening om, hvordan et så væsentligt spørgsmål om selvstændighed bør behandles«.
Eg veit ikki. um greinin er skrivað í skundi ella hvat, men ein slík mótsøgn er ógvuliga torfør at vísa aftur.
Jóannes Eidesgaard fer síðan lættliga gjøgnum seinasta valskeið og vísir á, at samgongan tók sær patent uppá sannleikan um fullveldi, og hvussu hetta best kundi náast. Hann »gloymir« at nevna, at hurðarnar alla tíðina vóru opnar fyri einar breiðari semju í fullveldismálinum, men kortini loypur hann bukk um veruleikan og skrivar:
»Man havde nemlig mulighed for at finde konsenses, men man ønskede ikke andre aktører«.
Og víðari roynir Jóannes Eidesgaard at »læra« grønlendsku veljarafjøldina at skilja, hvussu gøtan skal gangast fram móti fullveldi:
»Den må ikke blive en sag for de få, for enkelte partier..«
Um Jóannes Eidesgaard hevur gloymt, hvat politikkur snýr seg um, ella um hann ger eina vitleysa roynd at taka leiklutin frá grønlendsku flokkunum, sum vilja hava frælsi, veit eg ikki, men eitt er púra greitt, nevniliga, at tað fer altíð at vera flokkum fyri at takka, at ymisk mál koma ígjøgnum, tað fer ongantíð at broytast.
Sjálvandi er frælsi ikki fyri tey fáu, hvat er tað fyri tvætl at leggja fyri dagin?
Tað er bara tann syrgiligi veruleiki, at flokkar sum Javnaðarflokkurin og politikarar sum t.d. Jóannes Eidesgaard eiga ikki lut í frælsstríðinum fyri einum frælsum Føroyum.
So at siga grønlendingum, hvussu teir skulu laga sín fullveldispolitik er at blása og hava mjøl í munninum.
Um eg skal hjálpa Katrin D. Jacobsen eitt sindur við »viljanum«, so kundi eg spurt hana, hvønn hon heldur Jóannes Eidesgaard meinar við, tá hann skrivar:
» - en for ambitiøs og urealistisk handlingsplan kan let ende med, at man skader sagen end gavner den«.
Eg veit, hvønn hann bólkar í henda bólkin, tað veit grønlendski veljarin eisini, og eg rokni við, at tú eisini veit tað.
Og fyri tað ikki skal vera lygn, so hevur formaðurin í Javnaðarflokkinum eisini eina niðurstøðu, sum hann uttan at himprast smoyggir yvir høvdi á grønlendska veljaranum:
»Derfor er vejen frem konsensus. Det kan godt være at procesen derfor tager længere tid, men den er sikker, og den har fremdrift. Og faktisk er det den eneste vej«.
Nei!! Jóannes Eidesgaard blandar seg ikki, hann bara gevur ráð, hann kann eisini siga sína meining, tað er sama sjabbi umaftur, men at hann við greinini í Grønlandsposten kavaði beint í valstríðið í Grønlandi skerst ikki burtur - greinin er øll, sum hon er, ein ávaring fyri ikki siga ein hóttan. Hvørki Jóannes Eidesgaard ella nakar annar nýtist at siga grønlendingum, hvussu teir skulu skipa sín politiska gerandisdag.
Tað er at fara sera lætt um sannleikan, tá Jóannes Eidesgaard í greinini skrivar, at fullveldisgongdin í Føroyum miseydnaðist, tí samgongan arbeiddi so, sum hon gjørdi, Jóannes Eidesgaard veit, at tað var danska stjórnin við føroysku andstøðuni í rygginum, sum koyrdi samráðingarnar um framtíðarstøðu Føroya fastar við ikki at viðurkenna Føroyar sum eina tjóð, tað fer at standa eftir og tíbetur ikki ein lunka gjøgnumgongd í eini grein hjá formanni Javnaðarfloksins í Grønlandspostin sjálvan valdagin til Landstingið.
Katrin D. Jacobsen
og einaræði
Sum so ofta áður, tá javnaðartingfólk gera viðmerkingar koma tær óhepnu samanberingarnar, og Katrin er einki undantak í so máta, tí hon vísir í grein síni á, at Tjóðveldisflokkurin og Høgni Hoydal høvdu virkað væl við einari einaræðisskipan. Samanberingina kunnu tit eiga, hon sigur meir um tykkum enn um nakran annan. Tí í veruleikanum hevði Javnaðarflokkurin allar møguleikar at verða við, men klossut politiskt handalag gjørdi, at tit heldur blivu ein forlongdur armur hjá donsku stjórnini, soleiðis at ávaringar rungaðu um geilar og tún, júst sum í greinini hjá Jóannes Eidesgaard.
Um tit halda ,at Tjóðveldisflokkurin ikki slakaði, tá samgonguskjalið bleiv skrivað, so kenna tit ikki stevnu floksins, men mótparturin hjá Javnaðarflokkinum gevur seg ongantíð ov nógv, tað hevur verið drívmegin í flokkinum, men tíðirnar broytast og Javnaðarflokkurin má læra seg »konsensuspolitikk«, um hann vil sita við borðið, har avgerðirnar vera tiknar
Øll vóru við, Katrin
Í royndini hjá tingkvinnuni at rudda upp eftir baldruta útspælið hjá formanninum, trívir hon í nógv spældu »javnaðarplátuna« um, at samgongan tók sær patent uppá hetta og hatta, og einasti fullveldisleistur var tann hjá Tjóðveldisflokkinum o.s.fr.
Men Katrin veit betur, tað er tað syrgiliga í øllum hesum, hon og øll í Føroyum, sum fylgja bara eitt sindur við, vita, at allir flokkar til valð í 1998 kappbjóðaðu uppá eina frælsisleið, einki mark var fyri, hvat hvør ikki vildi gera fyri, at Føroyar skuldu sleppa úr heimastýrisspennitroyggjuni.
Men eftir at samgongan var skipað, fekk Jóannes Eidesgaard og allur Javnaðarflokkurin gron, og gjørdi sær eitt aðalmál at spenna bein, har tað bar til, og annars verða talsflokkur hjá donsku stjórnini í Føroyum.
So Katrin, eg vil vóna, at tú hevur ein »betri vilja« eina aðru ferð.
Og so eitt afturat; eg haldi tað verða undir alt lágmark at skuldseta tey starvsfólk, sum gera eitt stórt og gott arbeiði í Løgmálaráðnum fyri einki at gera, tú veist betur, og fyri tað, at tú og Javnaðarflokkurin hava vant tykkum at sita í andstøðu og leggja veruleikafjar uppskot fyri tingið, so eru tað onnur, sum gera eitt dygdargott arbeiði landi og fólki at gagni.