NSÍ kom illa mannað suður um fjørðin, og við einans 11 leikarum á dómaralistanum, var bara spurningur um tíð, áðrenn tað fór at enda galið.
Tað skuldi byrja at ganga illa hjá gestunum, alt fyri eitt, tá bert einir fimm minuttir vóru leiktir. Tá nærum kapprunnu tveir TB-arar um at sleppa at skora, og tann hepni var, sum vanligt Jóhan Eivind Mouritsen.
1-0 var eisini hálvleiksstøðan, hóast tað eins væl kundi staðið 3 ella 4-0.
Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður, so stóð aftur á gomlum naglum í verjupartinum hjá runavíkingum. Allan Poulsen og enn eitt mál frá málrevinum Jóhan Eivind, innan teir fyrstu fimm minuttirnar, sløkti og køvdi síðstu vónina um eitt comeback, og TB stýrdi seinna hálvleiki fullkomuliga 100 %. Málmøguleikarnar sópaðu sum aldur, ein harðan vetrardag, og tá gestirnar um miðjan hálvleikin fingu ein mann skaddan, vóru góð ráð dýr. Ongin var at skifta inn, og so mátti spælast við 10 monnum.
TB fekk trý mál afturat, og tey skutu Bárður Dimon og toppskjúttin í 1. Deild frá síðsta kappingarári, porkeningurin Olivur Abrahamsen gjørdi tvey. Máltev sum fáur, og samspælið við Jóhan Eivind er frálíkt.
Samanumtikið, so var hesin dysturin ongantíð spennandi, til tað var alt ov nógvur munur. TB vann uttan stórvegis hóvasták 6-0, og eru enn á odda í deildini.
TB-NSÍ 6-0 (1-0)
1-0 Jóhan Eivind Mouritsen, 5.
2-0 Allan Poulsen, 46.
3-0 Jóhan Eivind Mouritsen, 48.
4-0 Olivur Abrahamsen, 55.
5-0 Bárður Dimon, 57.
6-0 Olivur Abrahamsen, 89.