Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin spældi í kvøld dyst á heimavølli móti Stuttgart í týsku bundesliguni.
Dysturin endaði við 32-27 sigri til Füchse Berlin. Stuttgart var betri við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Füchse Berlin bert á odda 16-15.
Füchse Berlin er næstfremst í bundesliguni við 30 stigum, ið er sama stigatal sum oddaliðið, Magdeburg hevur.
Füchse Berlin hevur ein dyst eftir at spæla undan vetrar og HM-steðginum. Komandi fríggjakvøld klokkan 19 tekur Füchse Berlin móti Leipzig á heimavølli.