Enn ein sigur til Neistan

Hondbóltur: Neistin hevur havt eina veruliga sigursgongd móti endanum av kappingarárinum, og í seinasta dystinum leygardagin var heldur ikki slakað, tá ið teir vitjaðu KÍF í Vestmanna

Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá Neistanum seinastu hálvu av endaspælinum í hondbólti. Liðið hevur ikki verið til at steðga, og hóast teir leygardagin spældu ein ringan dyst ímóti kollfirðingum í Vestmanna, so var hetta tó nóg mikið til at vinna dystin.


Løgdu hart út

Neistamenn høvdu avgjørt, at teir vildu royna at punktera kollfirðingar beinan vegin í dystinum, og teir bláu úr Havn fingu eisini eina flúgvandi byrjan.

Fyrstu minuttirnir vóru kanska eitt sindur javnir, tí tá ið átta minuttir vóru leiktir, var Neistin á odda 6-5, men so fóru havnarmenninir av álvara frá kollfirðingum.

Neistin fór frá 6-5 upp á heili 13-5, og so mettu báðir áskoðararnir!, at dysturin var avgjørdur, men so var ikki. Neistin misti gejstin eftir hetta, og kollfirðingar, sum eru tiltiknir fyri aldrin at vilja gevast, sóu ein glotta, og vildu ikk geva skarvin yvir.

Spakuliga tóku teir seg inn aftur á gestirnar, men teir fingu tó ikki av álvara fatur á teimum aftur, áðrenn farið var til hálvleiks. Tá var Neistin framman fyri við fimm málum, 21-16.


Kollfirðingar løgdu seg á odda

Byrjanin av seinna hálvleiki var eins vánalig fyri Neistan, sum endin av tí fyrra var fyri teir. Kollfirðingar hildu fram við at taka seg inn á gestirnar, og tá ið ellivu minuttir vóru leiktir eftir steðgin, stóð aftur á jøvnum, 23-23.

Næstu minuttirnar, til seinni hálvleikur var hálvrunnin, hevði heimaliðið leiðsluna tvær ferðir, men so steðgaði av álvara upp hjá teimum, meðan Neistin aftur tók í nakkan á sær sjálvum og fór aftur at skora nærum eftir vild.

Kollfirðingar vóru á odda 25-24, tá ið 15 minuttir vóru eftir at leika, men tiggju minuttir seinni vóru teir aftan fyri 30-25! Neistamenninir skoraðu, sum áðurnevnt, nærum eftir vild, og tað sæst eisini aftur á málskjúttaralistanum. Av teimum níggju útileikarunum hjá Neistanum var tað bert tann eini, sum einki mál fekk. Hinir átta býttu málini so kristiliga sínamillum, og tað er vert at leggja til merkis, at sjey av teimum níggju útileikarunum skoraðu fýra mál ella fleiri hvør.

Dysturin endaði við einum tryggum 33-28 sigri til Neistan, sum uttan iva hevði endað enn longuri frammi enn á einum fjórðaplássi, um kappingarárið hevði hildið fram nøkur umfør aftrat.

At Neistin hevur eitt gott lið, var dysturin leygardagin eisini eitt prógv um, tí hóast teir spældu rættuliga illa ein stóran part av dystinum, so eydnaðist tað tó teimum at vinna dystin, og tá skal eisini havast í huga, at teir bláu úr Havn so at siga altíð hava trupulleikar við kollfirðingum.